Hondbóltur

Tey ungu hava sett yvirleggjaran høgt

Tíggju ungdómsfinalur eru spældar, áðrenn tey vaksnu nú sleppa framat við Tjarnir. Stigið er gott - sí yvirlit.

Hoyvíksdreingir vunnu 27-23 á vestmenningum í einari væl spælari U12-finalu. H71 hevur vunnið flest finalur higartil (fýra), men nógv feløg eiga nógvar spennandi spælarar (Mynd: Hondbóltsamband Føroya)

Hoyvíksdreingir vunnu 27-23 á vestmenningum í einari væl spælari U12-finalu. H71 hevur vunnið flest finalur higartil (fýra), men nógv feløg eiga nógvar spennandi spælarar (Mynd: Hondbóltsamband Føroya)

2026-02-21 16:36 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Nógv fólk, spenningur í nógvum støðum og sum heilt høgt stig.

Um man hyggur eftir steypafinalunum við Tjarnir higartil, so er ikki orsøk til at vera stúrin um framtíðina í føroyskum hondbólti.

Ein rúgva av dugnaligum spælara - í nógvum ymiskum spælarum. Best umboða H71 hevur vunnið mest higartil, men millum fleiri góða Kyndils-lið, lið hjá VÍF og tvey vinnandi lið í Klaksvík.

Sí yvirlit niðanfyri - klokkan 17 verður kvinnufinalan millum VÍF og Kyndi

Lurta á FM1 og fylg við á Portalinum

Faxe Kondi steypafinalurnar 2026

Úrslit  - Dagsins spælarar 

Í dag, Leygardagin 21. februar:
Gentur 10B: Stjørnan a – ÍA a 15-9 - Emma Sjóstein, Stjørnan
Dreingir 10B: Kyndil c – Neistin d 17-14 -  Emil Petersen, Kyndil
Gendur12 B: Tjaldur a – Kyndil b 10-17 - Eyðdis Iversen, Kyndil
Dreingir 12B: Team Klaksvík b – SÍF 14-11 - Kalli Váðklett, TK
Gentur 10A: Kyndil a – H71 a 17-18 (eftir longda leiktíð) - Jana Hammer, Kyn 
Dreingir D10A: Kyndil a – H71 a 17-22 Alexandur Eseosa Chief Erharuyi, H71
Gentur 12A: VÍF a – H71 a 21-10 - Aranja Agnarsdóttir Joensen, VÍF
Dreingir 12A: H71 a – VÍF a 27-23 - Bastian Sommer Sigurheim, H71

kl. 17.00 Kvinnur: VÍF – Kyndil
kl. 20.00 Menn: Kyndil – H71

Lurta eftir FM1 og fylg við á Portalinum

Í gjár, fríggjadagin 20. februar:
Gentur 16: Neistin – H71 29-27 - Sigrið Hansdóttir, Neistin 
Dreingir 16: H71 – VB 37-28 - Jónas Poulsen, H71

Sí eisini: U16: Neistin og H71 vunnu ársins fyrstu steypafinalur

Í morgin, sunnudagin 22. februar:
kl. 13.00 Eydnudeildin
kl. 14.00 G14B: Stjørnan – Tjaldur
kl. 15.00 D14B: StÍF a – Neistin b
kl. 16.00 G14A: H71 a – StÍF a
kl. 17.00 D14A: Neistin a – H71 a
kl. 18.00 G18: Neistin – H71
kl. 19.30 D18: H71 – Kyndil


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder