Stóra steypafinaluvikuskiftið er í gongd við Tjarnir.
Leikskráin
Í gjár, fríggjadagin 20. februar:
Gentur 16: Neistin – H71 29-27
Dreingir 16: H71 – VB 37-28
Sí eisini: U16: Neistin og H71 vunnu ársins fyrstu steypafinalur
Í dag, leygardagin 21. februar:
kl. 09.00 G10B: Stjørnan a – ÍA a
kl. 09.40 D10B: Kyndil c – Neistin d
kl. 10.20 G12B: Tjaldur a – Kyndil b
kl. 11.10 D12B: Team Klaksvík b – SÍF
kl. 12.00 G10A: Kyndil a – H71 a
kl. 12.40 D10A: Kyndil a – H71 a
kl. 13.20 G12A: VÍF a – H71 a
kl. 14.10 D12A: H71 a – VÍF a
kl. 17.00 Kvinnur: VÍF – Kyndil
kl. 20.00 Menn: Kyndil – H71
Ungdómsfinalurnar verða stroymdar her
Í kvøld snýr tað seg um um tey vaksnu, og Portalurin og FM1 gera nógv burturur.
FM1 sendir frá klokkan 16, har byrjað verður við prátinum við Turið Arge Samuelsen og Fríðu Nolsøe Olsen, sum vitjaðu í útvarpsstovuni í gjár. Tær eru álopskendir profilar á hvør sínum liði.
Turið: - Steypafinalan orsøkin til at eg leggi so nógv í hetta (Video)
Sí eisini: Fríða skoaði 13 mál í seinnu hálvfinaluni - Turið skoraði samanlagt 25 mál
Síðani senda vit beinleiðis frá svalanum við Tjarnir, har Pætur Nolsøe, Tormóður Petursson Djurhuus og Teitur Joensen fara at hita upp og siga síðani frá Kyndil - VÍF.
Teir taka síðani samanum og hyggja fram ímóti mansfinaluni, sum H71 og Kyndil spæla klokkan 20. Aftaná eru gullprát og samanumtøka.
Lurta eftir FM1 her - ella á vanligu frekvensunum
Les eisini: Kyndilskvinnur og hoyvíkskvinnur skulu royna at endurvinna
Á fosíðuni á Portalinum eru beinleiðis dagføringar. Vit hava dystarmyndir, fagnaðarmyndir, umframt videosamrøður og samanumtøku aftaná.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald