Tá VÍF spældi seg til fyrstu steypafinaluna á kvinnusíðuni síðani 2020, tók Fríða Nolsøe Olsen risastóra ábyrgd.
Kviki og snildi bakspælarin skoraði níggju av tíggju teimum seinastu málum í seinnu hálvfinaluni móti Neistanum, og Fríða skoraði avgerandi brotskastið, so VIF vann uppgerðina við samanlagt einum máli.
Myndir: Steypadramatikkurin í Vestmanna
Tað varð ikki eins dramatiskt á Hálsi í seinnu hálvfinaluni millum Kyndil og H71. Hoyvíkskvinnur vunnu við einum máli, men frálíka avrikið hjá kyndliskvinnum í Hoyvík nakrar dagar frammanundan tryggjaði, at tær í grønum aftur í ár sleppa at verja sítt steypaheiti á stóra finaludegnum.
Har skaraði Turið Arge Samuelsen framúr við 14 málum. Við ellivu málum í seinnu hálvfinaluni gjørdist talan um 25 mál samanlagt hjá stórskjúttanum og nógv vinnandi spælaranum - sum tó ikki var ovurnøgd.
Sí eisini: Tap á kvøldinum skalar ikki gleðina hjá Turið - gleðir seg til steypafinaluna
![]()
Turið Arge Samuelsen er aftur við at vísa vegin hjá Kyndli (Mynd: Sverri Egholm)
Fríða og Turið fáa týðandi leiklutir i finaluni, sum verður leygardagin klokkan 17 við Tjarnir. Eitt lítið samdøgur áðrenn vitja tær FM1.
Talan er um stóra upptakssending, sum Pætur Nolsøe reikar fyri. Hon byrjar í morgin, fríggjadagin klokkan 16. Hjalti Mohr Jacobsen og Djóni Gaard Joensen, venjarar hjá mansliðunum hjá H71 og Kyndli vitja eisini í sendingini.
Sí eisini: Ársins venjarar í føroyskum ítrótti 2025 hittast - við Tjarnir og á FM1
Hoyr FM1 her ella á vanligu frekvensunum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald