Fótbóltur

Thierry Henry settur sum venjari í Monaco

41-ára gamla legendan hevur fingið sítt fyrsta starv sum høvuðsvenjari. Hann hevur fyrr spælt við felagnum.

2018-10-13 15:39 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Eftir eina glæsiliga yrkisleið, har hann serliga hevði viðgongd í Arsenal og á franska landsliðnum, hevur Thierry Henry kastað seg yvir venjarayrkið.

Seinastu tvey árini hevur hann verið hjálparvenjari hjá Roberto Martinez á belgiska landsliðnum, ið vann bronsu til HM-endaspælið í summar. Henry hevur eisini verið serfrøðingur fyri Sky Sports, men hann gavst í tí starvinum í summar, tí hann vildi fokusera uppá at gerast høvuðsvenjari. 

Nú hevur fyrrverandi áleyparin nú fingið eitt starv. Talan er um høvuðsvenjarastarvið hjá sínum  gamla felagið Monaco. Thierry Henry hevur skrivað undir ein trý-ára sáttmála við liðið, ið liggur nummar 18 í Ligue 1. Leonardo Jardim hevur staðið á odda fyri liðnum seinastu fýra árini, og í 2016/2017 førdi hann Monaco til meistaraheiti umframt hálvfinaluna í Champions League. Men nú gjørdist gongdin so ring, at Jardim fekk sekkin. 

Henry varð eisini settur í samband við starvið í Aston Villa.

Kelda: Sky Sports

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder