Thisted vitjaði í gjár á Amager, og tað eydnaðist útiliðnum at fáa trý týðandi stig.
Thisted legði seg á odda fyri steðgin. Oliver Konstantin skoraði málið, og Fremad Amager megnaði ikki at svara aftur.
Daniel Johansen og hinir í verjupartinum stóðu væl ímóti. Føroyski vinstri bakkurin var eisini nær við at økja. U21-landsliðsmiðvallarin Heini Fossdalsá Sørensen byrjaði eisini inni, og John Frederiksen kom inn í 2. hálvleiki.
Daniel Johansen og hinir vóru omaná á Amager í gjár (Mynd: Thisted FC Elite)
John Frederiksen (Mynd: Thisted FC Elite)
Føroyingafelagið er framvegis undir strikuni, nú trý umfør resta í, í næstbestu donsku deildini. Við sigrinum í gjár - annað 1-0 sigrinum á rað - hevur Thisted tó bert eitt stig upp til FA 2000 og HIK. Júst FA 2000 vitjar í Norðurjútlandi um eina viku til botngysara. Tvey lið flyta niður.
Stigatalvan nú trý umfør resta í (Mynd: Flashscore)
Sí eisini: (Video): Daniel skorar tvey dreymamál fyri Thisted
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald