- Tað var eitt sindur óveruligt. Vit væntaðu, at teir fóru at koma út sum eitt ódnarveður og vóru fyrireikaðir uppá teirra styrki. Men eg veit ikki...alt koyrir hjá okkum og einki koyrir hjá teimum. Kanska teir eru eitt sindur bilsnir av okkum og hava sæð lítið video. Hetta er fyrsti dystur hjá okkum við hesum liðum. Teir báðir póllendingarnir hava ikki verið við higartil í føroysku kappingini, men tað riggaði væl.
Soleiðis setti Thorvald Danielsen orð á ótrúliga fyrsta setti í Klaksvík í gjár, tá Portalurin fekk orðið á hann í Badmintonhøllini. Í fyrsta settinum í fyrsta evropeiska dystinum gjørdu greipuvinnararnir av álvara bart: Mjølnir vann heili 25-11 á niðurlendska meistaraliðnum.
- Vit spæla okkara møguleika. Gera ikkki býtt mistøk, vinna nakrar blokkar og sláa skilagott. Og ikki minst: Vit spæla á heimavølli. Eg haldi ikki, at her nakrantíð hava verið so nógv fólk til dyst, og vit merktu av álvara stuðulin.
Tað vóru nøkur hundrað fólk til Challenge Cup dystin. Tað er als ikki vanligt, at so nógv fólk eru til fllogbóltsdyst í Klaksvík ella í Føroyum sum heild. Høllin kókaði eisini, meðan spenanndi 2. setti, har Limax kom í gongd, var.
- Teir spæla betri í 2. setti. Vit gera onkur mistøk men fylgj tó væl við. Har eru bert tríggir bóltar á muni, og um nakar hevði sagt áðrenn, at man bara var so nær við at vinna eitt sett, so hevði man verið nøgdir. Tað føldist væl inni á vøllinum í 1. og 2. setti - merktu veruliga at vit kundu vera við, staðfestir Thorvald.
Sí eisini: Mjølnir bjóðaði av álvara av í fyrsta evropeiska dystinum
Hvat sigur hetta um tykkum?
- Tað vísir, at vit kunnu spæla upp ímóti sterkum liðum, og at her er góðska á liðnum. Vit vita, at Holland er ein sterk flogbóltstjóð, men vit kundu tikið stig móti hesum liðum, um vit kanska vóru hepnari og meira samanspældir.
Í 3. setti vann Limax greitt, og eisini 4. sett fall til fyrimuns fyri útiliðnum. Harvið endaði tað 1-3 í søguliga dystinum, men hevarin og liðformaðurin hjá Mjølni staðfestir, at farið verður til útidystinum í næstu viku við góðum treysti.
- Vit fara eisini at royna at spæla okkara møguleika í næstu viku. Nú hava vit víst, at vit kunnu. Tað eyndaðist at vinna eitt sett her, so hví ikki vinna fleiri har.
CEV Challenge Cup, 1. umfar - fyrri dysturin
Mikudagin 25.10, Klaksvíkar Badmintonhøll
Mjølnir - VC Limax 1-3
25-11, 22-25, 11-25, 15-25
Seinni dysturin verður í Limax mikudagin 1. november.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald