Heimaliðið byrjaði sum eitt óløgi í Klaksvík. Mjølnir gjørdi bart í fyrsta settinum í fyrsta evropeiska dystinum, og hølvaði hálendsku gestirnar av.
Tað endaði 25-11, og tað var ógvuliga gott lag á mongu áskoðarunum í Badmintonhøllini. Hetta kom í roynd og veru sum ein skelkur, tí Limax var stórfavorittur, og væntað var at tað fór at enda 0-3.
Í 2. setti var ikki so langt frá, at Mjølnir fór avstað við einum afturat. Tað var ógvuliga spennandi, men at enda vunnu gestirnir við trimum.
Í 3. setti var eingin ivi: Tað var eitt umvent úrslti frá 1. setti, har niðurlendska liðið veruliga vísti sína styrki.
Mjølnir reisti seg aftur í 4. setti og bjóðaði av partar av settinum. Sløgini sótu tó betri hjá gestunum, og orkan tyktiskt at vera gingin eitt sindur undan hjá Mjølni, sum hevði tveir nýggjar póllendingar á liðnum. Teir gjørdu mun, og sum heild avrikaðu greipuvinnararnir heilt væl í mun til støddina á uppgávuni. Hetta var eisini stór uppliving fyri teir á heimaliðnum framamn fyri nøkrum hundrað áskoðarum.
Liðini spæla aftur í Niðurlondum um eina viku, mikudagin 1. november.
CEV Challenge Cup, 1. umfar - fyrri dysturin
Mikudagin 25.10, Klaksvíkar Badmintonhøll
Mjølnir - VC Limax 1-3
25-11, 22-25, 11-25, 15-25
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald