Annað

Tíggjunda javntalvið á rað

Nú eru bert tvey langtalv eftir í HM-kappingini millum Carlsen og Caruana.

(Mynd: EPA)

(Mynd: EPA)

2018-11-23 12:34 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Aftur í gjár endaði HM-talvið millum heimsmeistaran Magnus Carlsen og avbjóðaran Fabiano Caruana við javnleiki.

Sostatt telvaðu teir báðir 10. javnleikin á rað í kappingini, og støðan er 5-5 undan teimum tveimum seinastu talvunum.

11. talvið verður telvað í morgin og seinasta talvið mánadagin. Skuldi tað hent – sum nógv bendir á – at øll talvini enda javnt, ella teir vinna hvør sítt av teimum talvunum, sum eftir eru, verður farið undir fyrst kviktalv og síðan snartalv fyri at avgera heimsmeistaraheitið mikudagin.

Hóast talvið endaði javnt, verður talvið í gjár av mongum serfrøðingum mett sum eitt tað besta talvið, sum nakrantíð er telvað.

Amerikanarin hevði hvíta fólkið, og Carlsen valdi eitt sisilianskt byrjanarspæl við svarta fólkinum. Men tað var Caruana, sum breyt rútmuna í 12. leiki við at flyta víkja frá vanliga spælinum og koma við eini óvæntaðari variasjón, ið ikki er roynd fyrr.

Kortini eydnaðist tað norðmanninum at vinna yvirvág, og halda hana líka til einir 35 leikir vóru spældir. Tá kom norðmaðurin í tíðarneyð, so hann mátti skunda sær at flyta teir næstu leikirnar upp til 40. leik, tá hann fekk 50 minuttir afturat at spæla við.

Í endaspælinum vardi amerikanarin seg meistarliga enn einaferð, og fekk yvirvág og eina finnu meira á borðinum, tá hann bjóðaði javnleik eftir 54. leik og Magnus Carlsen tók av.

- Eg hevði og nógvar nervar í dag, segði Magnus Carlsen við NRK eftir talvið í gjár. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder