Fótbóltur

Til heiðurs fyri Quini

Tað er ein serlig orsøk til, at EM-undankappingardysturin millum Føroyar og Spania verður leiktur í Gijón.

Robert Moreno, landsliðsvenjari, setti nøkur orð á fyrrverandi áleyparin hjá Sporting Gijón, Barcelona og spanska landsliðnum í gjár (Mynd: Sverri Egholm)

Robert Moreno, landsliðsvenjari, setti nøkur orð á fyrrverandi áleyparin hjá Sporting Gijón, Barcelona og spanska landsliðnum í gjár (Mynd: Sverri Egholm)

2019-09-08 17:01 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Gijón, Spania (Portalurin) - Undan ársskiftinum kunngjørdi spanska kringvarpið, RTVE, og heimasíðan hjá Sporting Gjión, at Sporting var komið ásamt við spanska fórbóltssambandið um, at EM-undankappingardysturin millum Spania og Føroyar skuldi leikast á El Molinón í Gijón. Seinast Spania spældi undankappingardyst her var í mars 2017, tá Ísrael varð bast 4-1. Spania hevur leikt tíggju landsdystir í Gijón og hevur ongan tapt. 

Les eisini: 
Føroyar skulu dystast við Spania í Gijón
Vænta áleið 22.000 áskoðarar á El Molinón í kvøld

28. februar í fjør fekk tá 110-ára gamli leikvøllurin eitt útvíðkað navn, so at hann nú eitur Estadio El Molinón-Enrique Castro "Quini". Hetta er fyri at heiðra fyrrverandi áleyparanum Enrique Castro Gonzáleznevndur Quini, ið doyði 27. februar í fjør orsakað av hjartasteðgi. Hann varð 68 ár. Jarðarferðin hjá Enrique Castro Gonzalez varð hildin á El Molinón, og áleið 14.000 fólk vóru til staðar. 

[object Object]

Eftir sína glæsiligu yrkisleið var Quini leingi í starvi hjá Sporting Gijón; millum annað sum ítróttarstjóri. Hann var føddur í Oviedo í Asturiunum, har Gijón eisini liggur. Quini spældi í Sporting árini 1968-1980 og aftur frá 1984 til 1987. Tað gjørdist talan um 443 dystir og 231 mál (í landskappingini) fyri besta lið felagsins, sum í løtuni spælir í næstbestu deildini. Hann er mest skorandi leikarin í søgu felagsins og gjørdist toppskjútti í La Liga fimm ferðir.

[object Object](Quini, her fyri Barcelona í Copa Del Rey finaluni í 1981 ímóti Sporting Gijón)

Quini royndi seg í FC. Barcelona í árunum 1980-1984. Har spældi hann 100 dystir og skeyt 54 mál í La Liga. Eisini skoraði hann tvey mál í Copa Del Rey finaluni í 1981, tá Barca vann 3-1 á Sporting Gijón. Quini skoraði eisini avgerandi málið í finaluni í Evropa Cup fyri steypavinnarar í 1982.

Við landsliðnum luttók Quini í HM í 1978 og í 1982 á heimavølli, umframt EM í 1980. Tað gjørdist til 35 dystir og átta mál fyri Spania.

[object Object]Sergio Busquets tosaði millum annað um Quini, ið eins og hann ger nú, umboðaði FC Barcelona og spanska landsliðið (Mynd: Sverri Egholm) 

Á tíðindafundi í gjár segði Sergio Busquets, at Quini var ein serligur leikari og seligur persónur. Barcelona-miðvallarin var og ungur til at síggja áleyparan spæla "live", men hann kendi Enrique Castro. Spanski landsliðsvenjarin Robert Moreno segði, at Quini avgjørt hevur uppiborið verða heiðraður í kvøld, og hann vónar, at nógvir áskoðarar koma at heiðrað Quini og stuðla spanska liðnum. Moreno hevur í kvøkd sín fyrsta heimadyst á odda, síðani hann tók yvir fyri Luis Enrique, ið misti dóttir sína fyri kortum. Hon verður eisini heiðrað við tøgn í ein minutt undan dystinum í kvøld. 

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder