Fótbóltur

Vænta áleið 22.000 áskoðarar í kvøld

Harav er talan um áleið 50 føroyskar fjepparar.

Føroyingarnir vandu í gjárkvøldið á Estadio El Molinón í Gjión (Mynd: Sverri Egholm)

Føroyingarnir vandu í gjárkvøldið á Estadio El Molinón í Gjión (Mynd: Sverri Egholm)

2019-09-08 11:01 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Gijón, Spania (Portalurin) - Tað er dystardagur, og tað er altíð serligt, tá okkara A-landslið fer í eldin.

Uppgávan verður sera torfør - ein av teimum heilt truplu. Spaniólar, ið hava fult stigatal í bólki F, fáa helst stuðul frá yvir 20.000 áskoðarum. Í gjár upplýsti eitt umboð frá UEFA, at 19.000 atgongumerki vóru seld til dystin, og at hetta fór helst at koma uppá áleið 22.000. Sambært honum vóru pláss umleið 26.000 áskoðarum til hendan dystin.

[object Object]
Spanski hópurin til venjing á El Molinón í gjár (Mynd: Sverri Egholm)

Tað vóru áleið 30 føroyskir áskoðarar í ferðalagnum fríggjakvøldið, og sambært umboðum frá FSF verða 50 ella so til staðar í Gijón í kvøld, ið koma at halda við føroyska landsliðnum. Føroyar høvdu tíðindafund og venjing á leikvøllinum í gjár síðani hevði Spania

[object Object]

EM-undankappingardysturin í kvøld verður leiktur á heimavøllinum hjá Sporting Gijón, sum til dagliga spælir í næstbestu sponsku deildini. El Molinón er 111 ára gamal, og talan er um elsta leikvøll til yrkisfótbólt í Spania - hann er frá  1908.

Fyrsta bríksl á søguríka leikvøllinum er klokkan 20.45 lokala tíð - tað er klokkan 19.45 føroyska tíð.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder