Stutt eftir at føroyska venjingin á El Molinón var av, hildu spaniónlar tíðindafund og høvdu síðani eina lætta venjing. Fyrst var tað Robert Moreno, ið hevur sín fyrsta heimadyst sum høvuðsvenjari hjá spanska landsliðnum á skránni, sum kom á tíðindafundin. Síðani var tað royndi miðvallarin, Sergio Busquets.
Um dystin í Rumenia hósvkvøldið segði Moreno, at hóast rumenar vóru nær við at javna til 2-2 móti endnaum, so var hann nøgdir við tað, hann sá. Busquets var eisini nøgdur við avrikið, og segði at hóast Rumenia kom á 1-2, og Spania fekk ein mann útvístan, so hevði liðið tamarhald á.
Báðir komu inn á, at umráðandi var at fáa fleri mál, men menning av liðnum og ikki stórsigur er høvuðsendamálið. Báðir rósti Sergio Ramos, sum í morgin kann javna metið hjá Iker Casillias fyri flesti landsdystir (167) 31-ára gamli Sergio Busquets, ið er uppvaksin og spælir fyri FC Bacelona, segði at Real Madrid-liðformaðurin er ein góður liðformaður á landsliðnum.
Spanskir miðlar vænta einar seks broytingar á liðnum - at m.a. Thiago úr Bayern kemur inn í byrjanaruppstillingina. Robert Moreno, ið avloysti Luis Enrique í juni, váttar at broytingar verða. Hann sigur seg verða noyddan at síggja allar leikararnir í dysti, og tað er umráðandi at leikararnir hava sjálvsálit, vísa sínar dugrit í alndsdysti og at tað er kapping um plássini. Tað er tað millum annað í málinum, har Kepa úr Chelsea hevur staðið frammum David De Gea úr Manchester United seinastu dystirnar. Moreno gav ábending um, at broyting verður til dystin í morgin.
Ikki varð nógv tosað um Føroyar, men Busquets varð spurdur um, hvussu liðið motiverar seg til at spæla ímóti Føroyum. Hann segði, at liðið vil altíð vinna, og vil gjarna fáa fult stigatal í bólkinum, har teir vita, at Spania er best. Barcelona-leikarin sló tó, eins og venjarin fast, at teir skuldu taka dystin í álvara, hava virðing fyri mótstøðuliðnum, og tað kann blíva trupult, um teir ikki hugsavna seg.
Busquets spældi ikki í Føroyum. Hann segði uppá spurning frá Tróndi Arge úr Miðlahúsinum, at hann sá ikki landið nógv, men at tað var ógvuliga lítið við nógvari náttúru. Tá spældi liðið, sambært honum væl, og í morgin fer Spania helst at spæla betri á nátúrligum grasi. Til endans sló hann fast, at sjálvandi vil spanska liðið aftur til gyltu tíðirnar.
- Vskulu betra okkum, men vit eru á røttu kós. Mótstøðuliðini gerast betri og betri fyri, og vit hava ikki eins nógvar royndir á liðnum sum áður. Tað gongur tó framá nú, og nú skulu vit so hugasavna okkum um at spæla okkum til EM og síðani faá eitt betri endaspæl enn tey undanfarnu.
Føroyar og Spania spæla í Gijón klokkan 19.45 føroyska tíð í morgin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald