Lutakastið til undankappingina til EM-endaspælið 2020 hevur júst verið í Wien í Eysturríki.
Spenningur var um, hvønn bólk Føroyar fóru at endað í. Talan gjørdist um ein bólk, ið helst er áleið miðal í styrki, í mun til hvørjir møguleikar vóru.
Føroyar vóru í niðasta styrkisbólkinum, og trektir Kekkia úr tí sterkasta, helst tað veikasta í tí bólkinum. Føroyar skulu eisini til Russland og Ukreina. Í seinastu EM-undankapping taptu føroyingar stórt í Kiev, men nakrar dagar seinni var munurin bert eitt mál í einum sera spennandi og góðum føroyskum dysti í Royal Arena.
Spurningurin er, um danskar hallir aftur verður karmur um heimadystirnar hjá Føroyum. Eingin høll í Føroyum er góðkend av EHF, men sum skilst er ikki vist, um tað er heilt útilukkað til undankappingina, ið verður frá november til fyrst í mai komandi ár (seks dystir - ein dyst úti og heima)
Bólkabýti:
Bólkur 1: Frakland, Serbia, Belgia, Grikkaland
Bólkur 2: Týskland, Bosnia & Hersegovina, Eysturríki, Estland
Bólkur 3: Kekkia, Russland, Ukreina, Føroyar
Bólkur 4: Ísland, Portugal, Litava, Ísrael
Bólkur 5: Slovenia, Pólland, Holland, Turkaland
Bólkur 6: Noreg, Hvítarussland, Lettland
Bólkur 7: Danmark, Norðurmakedónia, Sveis, Finnland
Bólkur 8: Svøríki, Montenegro, Rumenia, Kosovo
Her er skráin sambært ehf.fo
Round 1: Wednesday 4 - Thursday 5 November 2020
Round 2: Saturday 7 - Sunday 8 November 2020
Round 3: Wednesday 10 - Thursday 11 March 2021*
Round 4: Saturday 13 - Sunday 14 March 2021*
Round 5: Wednesday 28 - Thursday 29 April 2021
Round 6: Sunday 2 May 2021 (18:00 CET)
Fótbóltur
Til Kekkia, Russlands og Ukreina
Tað er nú vist, hvørji lið menninir skulu hitta í komandi EM-undankapping, ið byrjar í november. Óvist er framvegis, hvar Føroyar skal spæla sínar heimadystir.
Kjartan Johansen í dystinum í Royal Arena móti Ukreina fyri einum stórum ári síðani (Mynd: Sverri Egholm)
2020-06-16 16:38
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald