Fótbóltur

Tilnevningarnar til Ballon d’Or almannakunngjørdar

30 leikarar eru tilnevndir til heiðurin sum heimsins besti fótbóltsleikara.

Cristiano Ronaldo vann í fjør

Cristiano Ronaldo vann í fjør

2018-10-09 07:58 Author image
Ari av Rana
placeholder

Á hvørjum ári skipar franska blaðið France Football fyri atkvøðugreiðslu, har fótbóltstíðindafólk velja heimsins besta fótbóltsleikara. Heiðurin kallast Ballon d’Or og verður mettur at verða størsti heiður ein fótbóltsleikari kann fáa sum einstaklingur.

Í gjár vóru teir 30 fótbóltsleikararnir, sum hava møguleika at vinna heiðurin avdúkaðir. Ikki óvæntað eru nøvn sum Cristiano Ronaldo, Luka Modric og Mohamed Salah á listanum. Hesir tríggir vóru eisini við í kappingini um at verða valdir til heimsins besta leikara av FIFA fyri stuttum.

Teir 30 leikararnir, sum eru tilnevndir eru:

Sergio Aguero, Alisson, Gareth Bale, Karin Benzema, Edinson Cavani, Thibaut Courtois, Cristiano Ronaldo, Kevin De Bruyne, Roberto Frimino, Diego Godin, Antoine Griezmann, Eden Hazard, Isco, Harry Kane, N’Golo Kante, Hugo Lloris, Mario Mandzukic, Sadio Mane, Marcelo, Kylian Mbappe, Lionel Messi, Luka Modric, Neymar, Jan Oblak, Paul Pogba, Ivan Rakitic, Sergio Ramos, Mohamed Salah, Luis Suarez og Raphael Varane.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder