Týski áleyparin, Timo Werner, skiftir úr RB Leipzig til Chelsea í Onglandi í summar.
24 ára gamli áleyparin hevur verið ein av bestu leikarunum hjá RB Leipzig hesi seinastu árini. Nú skal hann so royna seg í ensku Premier League.
Tað váttar felagið á Twitter í dag.
Skiftið verður í juli, so Werner kann spæla hetta leikárið liðugt í Týsklandi har hann í seinastuni hevur skorað næstan sum honum lystir. Timo Werner er skrásettur fyri 32 mál í 43 dystum hetta leikárið.
Sambært Sky Sports hevur Werner gjørt eina fimm ára avtalu við stórfelagið í London.
Timo Werner byrjaði í Stuttgart, men flutti í 2016 til Leipzig, har hann hevði sáttmála heilt til summarið 2025. Sambært Sky Sports hevur Chelsea goldið 375 milliónir krónur fyri at keypa hann leysan av sáttmálanum.
Timo Werner hevur spælt 29 dystir á týska A-landsliðnum og skorað 11 mál.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald