Hondbóltur

Tólv hondbóltsfeløg eru í minst einari steypafinalu

Serliga H71, Neistin og VÍF vera væl umboðaði til stóra hondbóltsfinaluvikuskifti á Hálsi, sum byrjar fríggjakvøldið.

Neistin er í finaluni hjá bæði monnum og kvinnum, umframt at havnarfelagið er umboðað í seks ungdómsfinalum. Saman við H71 hevur Neistin allarflest lið við í finaluvikuskiftinum (Mynd: Sverri Egholm)

Neistin er í finaluni hjá bæði monnum og kvinnum, umframt at havnarfelagið er umboðað í seks ungdómsfinalum. Saman við H71 hevur Neistin allarflest lið við í finaluvikuskiftinum (Mynd: Sverri Egholm)

2024-02-15 16:07 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Frá fríggjakvøldinum og fram til sunnukvøldið verða heili 19 steypafinalur spældar í Høllini á Hálsi.

Fyri nøkrum árum síðani fór Hondbóltssambandið til at hava b-finalur eisini í flestu ungdómsdeildinum, og hetta ger, at fleiri spælarar og feløg eru við á hvørjum ári.

Feløgini eru umboðað á hendan hátt:

H71: 8
Neistin: 8 (Eina saman við ÍA)
VÍF: 7
Kyndil: 3
ÍA: 3 
(Eina saman við Neistanum)
SÍF/Sóljan: 2
StÍF: 1
Stjørnan: 1
VB: 1
Team Klaksvík: 1
KÍF: 1
Tjaldur: 1

Umframt hesi verður Eydnudeildin aftur við í ár. Har eru 3 ymisk lið: Lundapisurnar (Eydnudeild Føroyar), Svanirnir (Eydnudeldin í Suðuroy) og Kúsabrøðurinir (Klaksvík)

Tað hevur leingi verið so, at H71 hevur havt flest lið við. Vit síggja á listanum, sum Portalurin hevur gjørt upp, at Neistin og H71 hava eins nógv í ár. Serliga VÍF er væl umboðað eisini. Harafturat eru allarflestu feløgini kring landið onkursvegna við.

Leikskráin:
Fríggjadagin 16. februar:
kl. 18.30 G16: VÍF – Neistin
kl. 20.00 D16: H71 a – Kyndil

Leygardagin 17. februar:
kl. 09.00 G10B: Neistin a – H71 b
kl. 09.40 D10B: ÍA – H71 d
kl. 10.20 G12B: Neistin c – VÍF b
kl. 11.10 D12B: VÍF – ÍA
kl. 12.00 G10A: StÍF a – VÍF a
kl. 12.40 D10A: SÍF – VÍF a
kl. 13.20 G12A: H71 a – Søljan
kl. 14.20 D12A: H71 a – Neistin a
kl. 16.30 Kvinnur: Kyndil – Neistin
kl. 19.00 Menn: VÍF – Neistin

Sunnudagur 18. februar:
kl. 12.50 Eydnudeildin
kl. 13.30 G14B: Stjørnan – VB
kl. 14.30 D14B: Team Klaksvík – KÍF
kl. 15.30 G14A: Kyndil a – Neistin/ÍA
kl. 16.30 D14A: H71 a – Tjaldur a
kl. 17.30 G18: VÍF – H71
kl. 19.00 D18: H71 – Neistin

Kelda: hsf.fo

Sí eisini: Skráin fyri tær 19 Faxe Kondi-finalurnar

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder