2018-10-15 12:37
Tom Brady, quarterback hjá New England Patriots, setti í gjárkvøldið lokala tíð met, tá New England Patriots í síðstu løtu vunnu á Kansas City Chiefs.
41 ára gamli Tom Brady vann sín dyst nummar 200 í grundspælinum, og gjørdist harvið tann fyrsti, sum megnaði at runda 200. Næstur at honum eru víðagitnu Brett Favre og Peyton Manning, sum báðir vunnu 186 dystir í grundspælinum.
Søgan varð skrivað móti Kansas City Chiefs, sum ongan dyst høvdu tapt í ár, og sum verða sæddir sum favorittar at vinna Super Bowl í ár. New England Partriots vunnu dystin 43-40 við einum field goal í síðsta minutti.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald