
ÍF gjørdi í vetur sáttmála við 31-ára gamli serban Uros Stojanov, ið kom úr Customs United úr næstbestu deildini í Teilandi. Í Fuglafirði hevur leingi verður leitað eftir einum áleypara, og Uros hevur veruliga sligið til. Hann hevur skorað 10 mál í 12 dystum í Betrideildini, er harvið toppskjútti, og er ein stór orsøk til, ÍF 19 stig fyri 12 dystir.
Nú er greitt, at Uros Stojanov eisini næstu tvey árini fer at spæla fyri ÍF. Seinastu tíðina hava partarnir havt samráðingar um at leingja samstarvið - samráðingar ið hava gingið væl og sum nú eru komnar á mál.
Talan er um sáttmála ið er galdandi fyri kappingarárini 2021 og 2022. Hetta skrivar ÍF á heimasíðu sínari í kvøld. Formaðurin í ÍF, Georges Rouah, saman við Uros Stojanov (Mynd: if.fo)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald