Tey gera tað í Reykjavík, í Stockholm og enntá í Nuuk – tey renna marathon í býnum. Í nógvum býum í øllum heiminum savnast tey um marathon renningina, og tað gera vit sjálvandi eisini í Tórshavn.
Hetta er 20. ferðin vit renna Tórshavn Marathon, og vit bjóða øllum við.
Sunnudagin 9. juni fyllist høvuðstaður okkara við glaðum og spentum føroyingum og útlendingum, sum renna marathon, hálvt marathon ella styttri teinar. Nógv fara eisini at ganga hálvt marathon.
Tilmeldingin hevur verið støðug síðani hon lat upp í fjør og nú skipanin lat aftur, høvdu 770 rennarar og gongufólk meldað til.
Tórshavn Marathon er eitt stórt tiltak og hvørt ár koma rennarar úr øllum heiminum at renna saman við føroyingum. Aftur í ár fara Rynkeby súkklarar at seta dám á tiltakið og súkkla saman við fremstu rennararnum.
Bragdið og Tórshavnar Kommuna leggja dent á, at sunnudagurin 9. juni verður ein renniveitsla fyri øll.
Tónleikur verður á rutuni í býnum og við málið, so rættiligt lív verður í høvuðsstaðið okkara.
Startskotið til Atlantic Airways Tórshavn Marathon verður latið í Vágsbotni sunnudagin 9. juni kl.13.
Vit vóna, at nógv fólk koma at stuðla teimum sum renna, bæði í býnum og á rutuni annars. Eitt smíl, eitt róp ella klapp ger undurverk fyri rennaran, so komið út á gøturnar, oman í býin ella onkra aðra staðni á rutuni og latið okkum øll gera hendan dagin til ein veitsludag.
Runnið verður úr Vágsbotni, yviri við Strond, eftir ringvegnum niðan til R.C. Effersøesgøtu, oman til Skansan og so aftur yviri við Strond, Hvítanesvegin og norðureftir. Vendipunktið til hálvt marathon er beint áðrenn Sund, og tey sum renna heilt marathon, renna til Kaldbaks og sama veg heim aftur. Komin til krossin Hvítanesvegur/Ringvegur, skal aftur rennast yviri við Strond og so beina leið niðan aftur á Vaglið.
Tey, sum ganga hálvt marathon, ganga eina nýggja rutu í ár. Tey verða koyrd við bussi til 21,1 km merki hjá marathonrennararnum, og ganga til vendipunktið í Kaldbaks bygd og síðani til Havnar og enda í Vágsbotni. Gongufólkini møta marathonrennararnum, sum renna til Kaldbaks at venda og tí er meira lív í á Kaldbaksvegnum, enn undanfarin ár.
Onkrar tillagingar verða, orsakað av verkfallinum, men vit vóna at Føroya einasta, og vakrasta marathon aftur í ár verður ársins renniveitsla.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald