Burnley tók ímóti Tottenham í dagsins fyrsta Premier League-dysti. Tað var eitt av liðunum, sum er í botnstríðnum móti einum av liðunum í oddastríðnum á Turf Moor, men tað var liðið í botninum, sum sigraði.
Tottenham er í einari góðari gongd, og í dag var Harry Kane aftur á liðnum. Í 1. hálvleiki var liðið hjá Pochettino greitt omaná, men fekk ikki nakað burturúr yvirvágini. Burnley-liðið var vælskipað, og stórar tíggju minuttir inn í 2. hálvleik kom heimaliðið á odda. Tað var áleyparin Chris Wood, ið sló til. Men Kane er eisini vandamikil, og liðskiparin á enska landsliðnum svaraði aftur í 65.minutti.
Nú søkti Tottenham eftir sigrinum, men tað var Burnley, ið avgjørdi dystin. Ashley Barnes og Wood eru ein góð álopsduo í løtuni, og tað var Barnes, ið gjørdist matchvinnari. Trý ógvuliga týdningarmikil stig hjá Sean Dyche og hansara monnum, ið nú eru seks stig frá strikuni,
Hetta var ein smeitur hjá Tottenham, ið stríðast fyri enska meistaraheitinum. Tann setningurin gerst nú týðiliga truplari at greiða.
Burnley - Tottenham 2-1 (0-0)
15.00: Bournemouth - Wolves
Newcaslte - Huddersfield
17.30: Leicester - Crystal Palace
Í gjár: Cardiff - Watford 1-5 (0-1)
West Ham - Fulham 3-1 (2-1)
1 |
Manchester City * |
|
65 stig |
2 |
Liverpool |
|
65 stig |
3 |
Tottenham Hotspur * |
|
60 stig |
4 |
Manchester United |
|
51 stig |
5 |
Arsenal |
|
50 stig |
6 |
Chelsea |
|
50 stig |
7 |
Watford * |
|
40 stig |
8 |
Wolverhampton |
|
39 stig |
9 |
West Ham * |
|
36 stig |
10 |
Everton * |
|
33 stig |
11 |
AFC Bournemouth |
|
33 stig |
12 |
Leicester |
|
32 stig |
13 |
Burnley * |
|
30 stig |
14 |
Crystal Palace |
|
27 stig |
15 |
Brighton & Hove Albion |
|
27 stig |
16 |
Cardiff * |
|
25 stig |
17 |
Newcastle |
|
25 stig |
18 |
Southampton |
|
24 stig |
19 |
Fulham * |
|
17 stig |
20 |
Huddersfield Town |
|
11 stig |
* Leikt ein dyst fleiri
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald