London-feløgini Tottenham og Chelsea hittust í kvøld á Wembley til fyrru uppgerðina í hálvfinaluni í Carabao Cup. Hetta er ein góður møguleiki hjá hesum feløgunum at fáa fatur á einum steypið. Tottenham vann í kvøld á Chelsea; tað var fyri aðru ferð í hesum kappingarárinum at hetta hendi á Wembley.
Eins og ofta áður, tá hesi liðini hava leikt, var talan um eina inntensa og spennandi uppgerð. Einsamalla málið í dystinum kom eftir 25 minuttir. Harry Kane tók sær av brotssparkinum, eftir at Kepa hevði felt hann, tá hann kom ígjøgnum. Ivi var um Kane var rangstaddur áðrenn, men VAR staðfesti dómin, og áleyparin var tryggur úr ellivu metrum.
Kepa fellur Kane (Mynd: EPA)
Chelsea hevði fleiri málmøguleikar, og serliga í 2. hálvleiki vóru teir bláu omaná og trýstu Tottenham aftur í fleiri førum. Men heimaliðið helt væl fast; møguleikarnir gjørdust ikki so stórir, men Andreas Christensen var sera nær við eftir eitt hornaspark tíðliga í 2. hálvleiki. Nógv hjá Chelsea lá á eyðsýnda Eden Hazard, ið royndi at geva Tottenham-verjuni høvuðbrýggj.
Alt er opið undan seinna dystinum ið verður á Stamford Bridge um tvær vikur. Í morgin tekur Manchester City ímóti Burton Albion úr triðbestu deildini í hinari hálvfinaluni.
Tottenham - Chelsea 1-0 (1-0)
1-0 26.min Harry Kane
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald