Fótbóltur

Tottenham í trupulleikum í Champions League

Tottenham misti móti endanum av lívliga dystinum í Eindhoven.

2018-10-24 19:55 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Fyrstu dystirnir í Champions League í kvøld eru leiktir. 

Spenningur og drama var í Eindhoven, tá Tottenham var á vitjan. Hollendsku meistararnir komu á odda eftir hálvan tíma, tá eyðsýndi og lívligi Herving Lozano skoraði. Lucas Moura javnaði tíggju minuttir seinni, og útiliðið kom eisini betri út til 2. hálvleik; tíggju minuttir farnr og Eriksen legði inn í pannina á Harry Kane, og so var 2-0.

Tottenham setti seg meira á dystin, og var á veg móti trimum týdningarmikilum stigum. Men tíggju minuttir fyri tíð broyttust fyritreytirnar, tá Hugo Loris kom spurtandi útum brotsteigin og takklaði ein frían Lozano. Reytt kort til Tottenham-málverjan, og PSV legði eitt trýst. Tað eydnðist í 87.minutti hjá liðformanninum, Luke De Jong, at beina bóltin í málið.

Hvørgan av liðunum kunnu vera nøgd við stigið; bæði hava bert hetta eina í bólkinum. Totteham hevur nú ikki lagnuna í egnu hondum, og skal vinna tá PSV vitjar í London næstu ferð.

Thierry Henry megnaði ikki at føra Monaco til sigurs í Belgia. Bæði málini í dystinum komu innan nakrar fáar minuttir nakað fyri hávleik. Monaco kom á odda, men Club Brugge javnaði. Bæði liðini fingu síni fyrstu stig í bólkinum.

Seks dystir byrja nú klokkan 20.00.


Bólkur A:

Club Brugge – Monaco 1-1 (1-1)

20.00: 
Borussia Dortmund – Atletico Madrid

Bólkur B: 

PSV Eindhoven – Tottenham 2-2 (1-1)

20.00: Barcelona – Inter

Bólkur C: 

Liverpool – Reyða Stjørna

Paris Saint-Germain – Napoli


Bólkur D: 

Galatasaray – Schalke 04

Lokomotiv Moskva – FC Porto

 
placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder