Fótbóltur

Tottenham og Liverpool til reiðar til hálvfinalurnar

Tað gjørdist ógvuliga undirhaldandi og dramatiskt, tá Tottenham sló Manchester City út í kvøld, við hjálp frá VAR, og kom í sína fyrstu hálvfinalu í Champions League nakrantíð.

Pochettino og hansara menn kundu av álvara fegnast eftir seinasta bríksl í Manchester í kvøld
(Mynd: EPA)

Pochettino og hansara menn kundu av álvara fegnast eftir seinasta bríksl í Manchester í kvøld (Mynd: EPA)

2019-04-17 22:15 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Fýra mál vóru ikki nóg mikið hjá Manchester City í kvøld. Teir í ljósabláum vóru ov sløsutir í verjupartinum og óhepnir í hinum endanum, og annað árið á rað fer liðið hjá Guardiola út í fjórðingsfinaluni. Aftur hesaferð var tað ímóti enskum mótstøðuliðið; Tottenham gjørdi av við City yvir tveir dystir og uppá teir uttastu marginalarnar. Í Porto gjørdi Liverpool arbeiði liðugt og er annað árið á rað í hálvfinaluni.

Tað byrjaði meira undirhaldandi og lívligt, enn nakar kundi droymt um á Etihad. Liðini bæði vóru ógvuliga kynisk. Tað byrjaði við formsterka Sterling, ið hegnisliga legði bóltin niður í longra málhornið. Síðani gjørdi málskjúttin frá fyrra dystinum vart við seg tvær ferðir innan tvær minuttir. Í báðum førum smekkaði Son bóltin væl inn frá brotsteigarmarkinum; í samband við 1-1 málið datt bólturin til hann, og við 2-1 málið revsaði hann City, ið misti bóltin á egnari hálvu. City svaraði tó beinanvegin aftur, og miðskeiðis í hálvleikinum var Sterling aftur á rætta stað fyri heimaliðið. 3-2 og púra opið. 

Nú gekk nakað av tíð, áðrenn mál kom aftur. Manchester City sat av álvara á seinasta partinum av 1. hálvleiki, kom sera væl út eftir steðgin og tað var bara ein spurningur um tíð, áðrenn tað gjørdist 4-2. Tá tað kom, var tað Aguero, ið smekkaði bóltin í málið eftir triðja uppleggi av sera vælleikandi Kevin De Bruyne. Eftir hetta bendi ikki nógv á, at Tottenham skuldi svara aftur; City søkti meira at og var nærri við at økja. Men eitt lítið korter eftir málið fekk Tottenham horna, og við mjødnini beindi innskifti Llorente bóltin í málið. 

Nú skuldi heimaliðið aftur hava mál, um Tottenham ikki skuldi koma víðari uppá útivallarmál. Fimm minuttir fyri tíð hevði Gundogan ein stóran møguleika, og í yvirtíðini helt Sterling, at hann hevði gjørt hattrick, og at uppgerðin var koppað yvir aftur til City. Men VAR-rúmið dømdi rangstøðu, tí bólturin var komin frá einum City-leikara, tá hann kom innum verjuna. Harvið slapp Tottenham við skrekkinum og hevur skrivað søgu eftir eitt ófatiligt fótbóltskvøld. Í City-leguni irða teir seg nógv, eftir at møguleikin fyri fimm steypum reyk.

Í Porto var heimaliðið greitt omaná í 1.hálvleiki, men tað var Liverpool, ið skoraði. Mané varð annars dømdur rangstaddur í fyrstu atløgu, men VAR rættaði uppá tað. Í 2. hálvleiki var Liverpool betri, skoraði trý mál afturat, og er greitt víðari til hálvfinaluna, har Barcelona bíðar. 


Manchester City - Tottenham 4-3 *4-4 samanlagt - Tottenham víðari uppá regluna um útivallarmál
1-0 4.min Raheem Sterling
1-1 7.min Son Heung-Min
1-2 8.min Son Heung-Min
2-2 11.min Bernardo Silva
3-2 21.min Raheem Sterling
4-2 58.min Sergio Aguero
4-3 73.min Fernando Llorente 

Porto - Liverpool 1-4 *1-6 samanlagt 
0-1 26.min Saido Mané
0-2 65.min Mohammed Salah 
1-2 69.min Eder Militao 
1-3 77.min Roberto Firmino 
1-4 84.min Virgil Van Dijk


Hálvfinalurnar síggja út á hendan hátt: 
Ajax - Tottenham 
Barcelona - Liverpool

Fyrru dystirnir vera leiktir um tvær vikur (30 apríl og 1 mai)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder