Oyggjaleikir 2023

Triðja gullið til Elisabeth í ryggsvimjing

Føroysku svimjararnir fingu átta heiðursmerki í kvøld, eitt gull, trý silvur og fýra bronsu.

Elisabeth Erlendsdóttir (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Elisabeth Erlendsdóttir (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2023-07-13 21:48 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Tað er ongin, sum tekur Elisabeth Erlendsdóttir í ryggsvimjing á oyggjaleikunum á Guernsey.

Fyrst vann hon gull á 200 metrum, so á 100 metrum og í kvøld van hon eisini á tí stytsta teininum, 50 metrum. Vinnaratíðin í kvøld var 28,49 sekund, og tað er betur enn føroyska metið, sum sambært heimasíðuni hjá Svimjisambandinum er 28,51 sekund, sum Birita Debes setti í 2012.

[object Object]Jóhanna Ólavsdóttir

Hini heiðursmerkini vóru hesi:

Jóhanna Ólavsdóttir, silvur í 200 metra firvaldssvimjing í tíðini 2:22,09

Eyðrið Mortensen, silvur í 800 metra frísvimjing í tíðini 9:00,04

Elisabeth Erlendsdóttir, Lea Osberg Højsted, Jóhanna Ólavsdóttir og Alisa Bech Vestergaard, silvur í 4 ferðir 100 metra blandað í tíðini 4:18,71

Líggjas Joensen bronsa í 400 metra frísvimjing í tíðini 4:00,24

Alisa Bech Vestergaard, bronsa í 100 metra frísvimjing í tíðini 57,83

Bartal Erlingsson Eidesgaard, bronsa í 200 metra bringusvimjing í tíðini 2:19,49

Heini Mohr Askham, Ísak Dag Brisenfeldt, Bartal Erlingsson Eidesgaard og Líggjas Joensen, bronsu í 4 ferðir 100 metra frísvimjing í tíðini 3:27,28

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder