Fótbóltur

Tríggir dystir í Betrideildini verða leiktir í kvøld

Talan er um 1. umfar. EBS/Skála vitjar í Sørvági, B36 hjá føroyameistaranum í Klaksvík, og HB og NSÍ spæla á Tórsvølli.

Ansy Sevdal og Malena Olsen í nærdysti í stórsteypadystinum, sum varð leiktur á Tórsvølli fyri tíggju døgum síðani. Ansy og NSÍ vunnu eftir brotssparkskapping - í kvøld spæla steypavinnararnir aftur á Tórsvølli. Føroyameistararnir eru á heimavølli móti B36 (Mynd: Sverri Egholm)

Ansy Sevdal og Malena Olsen í nærdysti í stórsteypadystinum, sum varð leiktur á Tórsvølli fyri tíggju døgum síðani. Ansy og NSÍ vunnu eftir brotssparkskapping - í kvøld spæla steypavinnararnir aftur á Tórsvølli. Føroyameistararnir eru á heimavølli móti B36 (Mynd: Sverri Egholm)

2022-03-22 15:44 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Sunnudagin fór Betrideildini hjá kvinnum 2022 í gongd. Tað var við sannari málveitslu í Vági, har Víkingur vann heili 16-0 á TB/FCS/Royn, sum í fjør spældi í næstbestu deildini.

Lagt er upp til tættari dystir í kvøld, tó at peikast kann á EBS/Skála, KÍ og NSÍ sum favorittar.

Tann fyrsti av teimum trimum dystunum verður bríkslaður í gongd klokkan 18.30 - í Sørvági. Ein tíma seinni byrjar dysturin við Djúpumýru, og HB og NSÍ, sum spældu steypafinalu í november, hittast aftur á Tórsvølli. Har er avspark klokkan 20.

Betrideildin kvinnur
1. umfar - Týsdagin 22. mars

07 Vestur - EBS/Skála (18:30)
KÍ - B36 (19:30)
HB - NSÍ (20:00)

Sunnudagin 20. mars

TB/FCS/Royn - Víkingur 0-16 (0-12)
6’ Marita á Fríðriksmørk 0-1
7’ Hanna Isaksen Højgaard 0-2
11’ Marita á Fríðriksmørk 0-3
13’ Rakul Sørensen 0-4
17’ Mona Rasmusdóttir 0-5
22’ Hanna Isaksen Højgaard 0-6
24’ Jensa Tórolvsdóttir 0-7
34’ Hanna Isaksen Højgaard 0-8
37’ Hanna Isaksen Højgaard 0-9
38’ Jens Tórolvsdóttir 0-10
41’ Marita á Fríðriksmørk 0-11
42’ Mona Rasmusdóttir 0-12
49’ Rakul Sørensen 0-13
53’ Sára Poulsdóttir á Líðarneda 0-14
57’ Hanna Isaksen Højgaard 0-15
64’ Rakul Sørensen 0-16

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder