Hondbóltur

Tríggir nýggir A-landsliðsspælarar skulu við til Golden League

Pauli Høj, Høgni Heinason og Pauli Rasmussen eru nýggjastu nøvnini, og Kjartan Johansen er aftur á landsliðnum. Føroyar skulu spæla ímóti Niðurlondum, Noreg og Danmark um ein mánaða.

Høgni Heinason fegnast um, at HM-bronsan er komin í hús. Nú tekur ársins spælari í fremstu mansdeildini fetið upp frá U21 til A-landsliðið (Mynd: Sverri Egholm)

Høgni Heinason fegnast um, at HM-bronsan er komin í hús. Nú tekur ársins spælari í fremstu mansdeildini fetið upp frá U21 til A-landsliðið (Mynd: Sverri Egholm)

2025-10-01 12:27 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Um mánaðarskifti oktober-november skal føroyska manslandsliðið av álvara royna seg. Í fyrireikingunum til EM-endaspælið hava Føroyar uppgávur ímóti  Niðurlondum, Noreg og Danmark í venjingarkapping í Trondheim.

Føroyar hava fingið flott stig móti bæði Niðurlondum og Noreg í kappingardystum - ávikavist 3 stig í tveimum undankappingardystum í ár og 1 stig í endaspælsdysti í fjør. 

Ferfaldu heimsmeistararnir og OL-vinnararnir bíða í seinasta dystinum í Noreg, og uppgávan verður valla størri enn hetta.

Tríggir nýggir spælarar

Peter Bredsdorff-Larsen og Hjalti Mohr Jacobsen hava blandað kortini nakað til hesar uppgávurnar.

19 spælarar skulu við, av tí at tríggir truplir dystir skulu spælast uppá fýra dagar.

Av teimum sum hava verið fast við seinastu ferðirnar, er tað bert Bjarni í Selvindi, sum ikki er tøkur. Skálamaðurin var fyri kortum skurðviðgjørdur í skotøkslini - bakkurin burdi tó verið til reiðar til EM-endaspælið.

Les meira: Bjarni í Selvindi er skurðviðgjørdur

[object Object]
Pauli Høj í dysti móti Portugal í U21 HM-endaspælinum. Kropsliga sterki vongurin hevur millum annað dygdir í kontraspæli og verjuspæli (Mynd: Sverri Egholm)

Tríggir ungir spælarar, sum ongantíð hava verið við við A-landsliðnum, eru úttiknir og sleppa av álvara at royna seg.

Talan er um Paula Rasmussen (f. 2007) Høgna Heinason (f.2005) og Paula Høj (f.2002).

Pauli Høj spælir nú í Bergsøy í næstbestu norsku deildini. Áður hevur hann verið profilur í Neistanum og er partur av sterka 2002-árganginum hjá Føroyum. Pauli Høj hevur áður verið í bruttohópi hjá A-landsliðnum men ikki við til dystir. 

Høgni Heinason varð ársins spælari í Burn-deildini síðsta kappingarár, og kviki spælskiparin úr Hoyvík var stórur partur av HM-bronsuni hjá U21 í summar. Hann hóskar væl til føroyska leikháttin.

Pauli Rasmussen hevur verið stórspælandi fyri StÍF og gjørt vart við seg á U-landsliðnum. Lámi bakkurin hevur fleiri ymiskar dygdir, og sum 18-ára gamal skal strandingurin spæla og læra á A-landsliðnum.

[object Object]
18-ára gamli Pauli Rasmussen gjørdist skjótt ein profilur hjá StÍF (Mynd: Sverri Egholm)

Ein annar høgri bakkur av Strondum er á listanum. Kjartan Johansen hevur verið nógv skaddur í økslini seinasta stóra árið, men nú er hann við landsliðnum aftur. Kjartan er byrjaður væl í Vendsyssel í næstbestu donsku deildini.

Pláss er ikki fyri javnaldrum hansara Jónasi Gunnarson Djurhuus og Helga Hildarson Hoydal, sum annars vóru fastir á landsliðnum leingi. Báðir hava verið nógv skaðadarvaðir seinasta árið men spæla aftur nú.

Peter Krogh er framvegis skaddur, og tað er málverjin Nicholas Satchewell eisini. Vinstri vongurin Janus Dam Djurhuus er eisini darvaður av skaðum.

Føroyski hópurin til Golden League:

Málverjar:
Pauli Jacobsen, HØJ Elite (DEN)
Aleksandar Lacok, TSV St. Otmar Handball St. Gallen (SUI)

Bakkar:
Tróndur Mikkelsen, HF Karlskrona (SWE)
Rói Ellefsen á Skipagøtu, IF Hallby HK (SWE)
Óli Mittún, GOG (DEN)
Elias Ellefsen á Skipagøtu, THW Kiel (GER)
Pauli Mittún, Team Sydhavsøerne (DEN)
Vilhelm Poulsen, TSV Hannover-Burgdorf (GER)
Kjartan Johansen, Elitesport Vendsyssel (DEN)
Pauli Rasmussen, StÍF *
Høgni Heinason, H71 *

Vengur:
Rói Berg Hansen, Køge Håndbold (DEN)
Leivur Mortensen, HV København (DEN)
Pauli Høj, Bergsøy (NOR) *
Hákun West av Teigum, Füchse Berlin, (GER)
Allan Norðberg, Valur (ISL)

Strikur:
Teis Horn Rasmussen, Ribe-Esbjerg HH (DEN)
Pætur Mikkjalsson, Team Sydhavsøerne (DEN)
Ísak Vedelsbøl, IK Sävehof (SWE)

*Fyrstu ferð á A-landsliðnum

Skráin fyri Golden League í Tróndheimi sær soleiðis út:

Hósdagin 30. oktober
kl. 17.15 Noreg – Danmark
kl. 19.30 Niðurlond – Føroyar

Leygardagin 1. november
kl. 13.00 Danmark – Niðurlond
kl. 15.45 Noreg – Føroyar

Sunnudagin 2. november
kl. 13.00 Danmark – Føroyar
kl. 15.45 Noreg – Niðurlond

Føroysku atgongumerkini kunnu keypast til alla kappingin ella hvønn dystardag sær ígjøgnum hetta leinki.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder