Eftir 14 umfør er greitt, at GOG endar nummar fimm í sínum Champions League-bólki.
Óli Mittún og teir vunnu í gjár greitt á aftasta liðnum í bólkinum, HC Zagreb, men tá PSG síðani óvæntað vann á Magdeburg, endaði danska liðið nummar fimm og ikki nummar fýra.
Hetta merkir at GOG í "play-off umfarinum", sum er eitt slag av 1/8-finalum í fremstu evropeisku kappingini, skal spæla móti nummar fýra úr hinum bólkinum.
Hetta verður Kielce, Nantes, Veszprem ella Sporting CP. Tað fáa vit svar uppá í kvøld, tá hesi spæla sítt seinasta umfar í bólkaspælinum.
Hákun West av Teigum og Füchse Berlin hava longu vunnið hendan bólkin. Týska meistaraliðið spælir móti Nantes klokkan 19.45 í kvøld.
Óli Mittún var næstbesti málskjútti hjá GOG í gjár við seks málum. Eisini átti 20-ára gamli føroyingurin fleiri flott upplegg - hæddarpunkt síggjast eisini her
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald