Fótbóltur

Tríggir týðandi sáttmálar á 120-ára degnum

Áki Samuelsen, Mathias Voss og Teitur Matras Gestsson hava longt við HB.

HB hevur stríðst fyri at fáa longt sáttmálan við Áka Samuelsen - talan er um eitt-ára sáttmála við evnaríka vongin (Savnsmynd: Sverri Egholm)

HB hevur stríðst fyri at fáa longt sáttmálan við Áka Samuelsen - talan er um eitt-ára sáttmála við evnaríka vongin (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2024-10-04 20:44 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Sum Portalurin skrivaði í gjár, so hevur HB seinastu tíðina roynt at longt sáttmálarnar við Áki Samuelsen, Mathias Voss og Teit Matras Gestsson.

Sí eisini: HB er í samráðingum við lyklaspælarar

Áhugi hevur verið frá feløgum uttanlands fyri Áka og Mathiasi, og fyri landsliðsmálverjanum úr barndósfelagnum KÍ.

Nú er allur ivi skúgvaður til viks, og hesir tríggir spæla eisini fyri HB í 2025. Hesum boðar HB frá í kvøld. Hjá Voss er talan um tvey-ára sáttmála.


Havnar Bóltfelag á Youtube

Áki Samuelsen er stórt álopsvápn, uppvaksin í HB og var eitt skifti í FC Midtjylland í ungdómsárunum. Mathias Voss er orkuríkir danskur høgri bakkur, sum síðani 2022 hevur gjørt vart við seg í Føroyum - fyrst í 07 Vestur og í ár við HB.

Teitur Matras Gestsson er sum nevnt uppvaksin í KÍ, fór síðani til OB og hevur spælt síðani 2011 við HB. Liðformaðurin og tann sum hevur spælt longst við HB av núverandi monnunum hevur nú knýtt seg at HB til næsta ár eisini.

[object Object]

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder