Endaspurturin er í føroysku kappingunum, og samstundis eru fyrireikingarnar til 2025 av álvara í gongd í feløgunum.
HB hevur seinastu tíðina kunngjørt, at Jákup Thomsen - sum er í gongd við veruliga at koma fyri seg - hevur longt sáttmálan. Lyklaspælarar sum Viljormur Davidsen og Bartal Wardum eru eisini knýttir at felagnum næsta ár, men tað er greitt, at maðurin við flest uppleggum ikki heldur fram í HB.
Í gjár kom fram, at Hanus Sørensen er í gongd við at skifta felag, og at hann allarhelst skal til slovenskan fótbólt. Vegna sáttmálaviðurskiftir kann Hanus ikki spæla steypafinaluna, og av hesari orsøk hevur HB eftir øllum døma valt, at landsliðsspælarin og lyklaspælarin á miðvøllinum ikki spælir meira fyri barndómsfelagið á hesum sinni.
Sí eisini: HB og Hanus hava ikki fleiri viðmerkingar í løtuni
Í HB verður hugt frameftir, og nú eru samráðingar í gongd um nýggjar sáttmálar við Áka Samuelsen, Mathias Voss og Teit Matras Gestsson. Hetta hevur Portalurin fingið váttað.
Allir tríggir hava verið lyklaspælarar fyri HB í 2024. Tað gekst væl í fyrru hálvu, rímiliga væl í Evropa og HB er í steypafinaluni. Í niðurgongutíðini í landskappingini seinastu mánaðirnar hevur HB verið uttan Áka Samuelsen størsta partin av tíðini.
20-ára gamli vongurin er á veg aftur frá fótskaða og spælir í øllum førum eftir landsliðssteðgin - harímillum í finaluni. Toppskjúttin hjá HB í 2024 hevur verið tveir mánaðir ut. Áhugi er sum skilst fyri Áka Samuelsen aðrastaðni frá - millum annað uttanfyri landoddarnar, men hann er eisini í samráðingum við barndómsfelagið um nýggjan sáttmála.
Ivamál hevur verið um Áka Samuelsen, ið bæði hevur evnini og viljan at royna seg uttanlands (Mynd: Sverri Egholm)
Teitur Matras Gestsson hevur spælt fyri HB síðani 2011 - størsta partin av lívinum hjá Áka Samuelsen. Núverandi HB-liðformaðurin er tó uppvaksin í Klaksvík, og seinastu dagarnir hava søgur gingið um, at KÍ vil hava málverjan aftur, og at eitt konkret sáttmálatilboð liggur á borðinum.
KÍ hevur sáttmála við U21-landsliðsmálverjan Ara í Haraldsstovu Petersen vfyri 2015 men ikki við fyrstamálverjan, danan Mark F. Jensen.
Fyri Portalinum avsannar Teitur, at hann er í samráðingum við KÍ. Hann váttar tó, at HB hevur bjóðað honum sáttmála. Tað má metast sum mest sannlíkt, at liðformaðurin heldur fram í norðara enda av Gundadali og ikki longur norðuri í landinum.
HB-liðformaðurin fegnast her um steypasigur á vøllinum, har hann partvíst sleit sínar barnaskógvar. Teitur aftur til KÍ hevur fyrr verið uppá tal, men 32-ára gamli landsliðsmálverjin hevur nú umboðað HB í 13 ár (Savnsmynd: Sverri Egholm)
Mathias Voss kom úr 07 Vestur í vetur. Høgri bakkurin hevur verið sannur fongur hjá HB. Hann hevur spælt við nógvari orku og stórum áræði - í verjupartinum og kanska serliga frameftir vøllin. Mathias eigur millum annað fleiri upplegg.
22-ára gamli danin var á veg úr Føroyum aftur seinasta ár, men serligar reglugerðir hjá FIFA gjørdi tað lættari hjá honum at halda fram í Betrideildini. So er spurningurin, hvat Voss velur í vetur - HB hevur í øllum førum bjóðað honum nýggjan sáttmála.
2. november spælir HB steypafinalu móti grannunum B36. Liðið hjá Adolfo Sormani kemur í Conference League aftur óansæð hvat, men um man vinnur steypafinaluna aftur, so byrjar HB annað árið á rað í 2. umfari í kappingini. Hetta gevur væl meira tryggjaðan pening til felagið. Talan er um upp ímóti fýra milliónum (brutto).
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald