Fótbóltur

HB og Hanus hava ikki fleiri viðmerkingar í løtuni

Í løtuni fyriheldur spælarin seg bert til, at hann hevur sáttmála við HB til endan av oktober - formaðurin í HB staðfestir, at Hanus Sørensen ikki kann spæla steypafinalu, og at hann ikki heldur fram í felagnum..

Sum skilst verður Hanus Sørensen, hvørs sáttmáli gongur út 31. oktober, ikki at síggja aftur í HB-búna í Gundadali á hesum sinni. Í øllum førum ikki til dyst hjá besta liðnum (Mynd: Sverri Egholm)

Sum skilst verður Hanus Sørensen, hvørs sáttmáli gongur út 31. oktober, ikki at síggja aftur í HB-búna í Gundadali á hesum sinni. Í øllum førum ikki til dyst hjá besta liðnum (Mynd: Sverri Egholm)

2024-10-02 13:27 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Fyrrapartin kom fram í grein á FM1, at Hanus Sørensen hevði gjørt sáttmála við útlendskt felag, og at hann ikki skal spæla steypafinalu móti grannunum 2. november.

Sáttmálin hjá Hanusi gongur út 31. oktober. Eftir hetta er hann formliga ikki HB-spælari og skiftir til útlendskt felag. Sambært góðum keldum hjá Portalinum verður tað til slovenskan fótbólt - eftir øllum at døma til meistaraliðið Celje, sum er i deildarspælinum í Conference League nú. 

Les meira: Hanus Sørensen skiftir til slovenskan fótbólt

[object Object]
Hanus Sørensen avgjørdi steypafinaluna fyri HB í fjør - tað fær hann so ikki møguleika at gera í ár (Mynd: Sverri Egholm)

Sum skilst er ónøgd um ymiskt í HB viðvíkjandi framferðarháttinum; serliga at støðan varð so, at Hanus Sørensen ikki fær spælt við í steypafinaluni. 

Eins og FM1 skrivar, fingu spælararnir hjá HB eina kunning um støðuna í gjár.  Hanus Sørensen fer allarhelst ikki at spæla í teimum írestandi trimum dystunum í Betrideildini - og møguliga heldur ikki venja við besta liðnum hjá HB í oktober. Hetta serliga tí at hann ikki er tøkur til steypafinaluni kortini vegna sáttmálaviðurskifti.

Hetta vilja fleiri keldur verða við í dag. Tað kann tó ikki endaliga váttast enn, tí partarnir ikki vilja viðmerkja støðuna sum heild nærri enn.

Portalurin hevur tosað við bæði Hanus Sørensen og formannin hjá HB, Ransin Napoleon Djurhuus.

Hanus Sørensen: 

- Eg havi sáttmála við HB til 31 oktober, og til tá geri eg tað, sum er best fyri HB. Eg kann einki annað siga í løtuni.

Ransin N. Djurhuus:

- Eg kann vátta, at Hanus Sørensen ikki spælir við í steypafinaluni, og at hann ikki spælir fyri HB næsta ár. Annars havi eg onga viðmerking til støðuna.

Tað vil siga, at alment kunnu/vilja partarnir kki útgreina støðuna nakað serligt. So fáa vit at síggja, um Hanus Sørensen bert venur og spælir við A-landsliðnum næstu mánaðirnar, ella um hann endar sáttmálaskeiðið í HB í hópinum hjá Adolfo Sormani. 


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder