Um smáar tvær vikur setir føroyska A-landsliðið við kvinnum kós móti Marbella í Spania, har hópurin verður á venjingarlegu frá 13. til 22. februar.
Umframt venjingar, vera eisini tveir landsdystir á skránni. Hósdagin 17. februar spæla Føroyar og Norðurírland á Marbella Football Center, og tríggjar dagar seinni, sunnudagin 20. februar, tekur Gibraltar ímóti Føroyum á Victoria Stadium í Gibraltar, skrivar Fótbóltssambandið á heimasíðuna.
Lene Bjerning Terp, venjari hevur saman við nýggja hjálparvenjaranum, Svenn Olsen, hevur nú kunngjørt nøvnini á teimum 22, ið eru úttiknar til venjingarleguna, og av teimum, eru tríggjar, ið ongantíð fyrr hava verið partur av A-landsliðnum. Talan er um Lenu Olsen og Mirjam Huneck úr NSÍ, og Rúnu Jacobsen úr HB.
Kvinnurnar skula spæla tríggjar HM-undankappingardystir í hesum árinum. Fríggjadagin 8. apríl spæla Føroyar á útivølli móti Ungarn, og síðani eru tveir heimadystir á skránni í september. Fríggjadagin 2. september spæla Føroyar og Ukraina á Tórsvølli, og týsdagin 6. september kemur Skotland á vitjan.
Eisini skulu kvinnurnar eftir ætlan til Norðurmakedónia í juni, har liðið skal spæla tveir venjingardystir, og í oktober skal kvinnulandsliðið til Baltic Cup í Estlandi.
Hópurin, sum er úttikin, er hesin:
- Óluvá Allansdóttir Joensen, KÍ
- Maria Biskopstø, KÍ
- Birita Ryan, KÍ
- Sanna Svarvadal, KÍ
- Tóra Mohr, KÍ
- Tórunn Højgaard, KÍ
- Rakul Maria Johannesen, Oppsal IF (Noreg)
- Maria á Lakjuni, Víkingur
- Jensa Kannuberg Tórolvsdóttir, Víkingur
- Ásla Johannesen, AGF (Danmark)
- Julia Naomi Mortensen, AaB (Danmark)
- Monika Biskopstø, AaB (Danmark)
- Heidi Sevdal, NSÍ
- Lena Olsen, NSÍ
- Mirjam Huneck, NSÍ
- Olga Kristina Hansen, B36
- Valborg Østerø, B36
- Kára Djurhuus, EBS/Skála
- Lea Símunardóttir Lisberg, EBS/Skála
- Julia Helena Dal Henriksen, HB
- Sarita Maria Mittfoss, HB
- Rúna Jacobsen, HB
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald