Fótbóltur

Tróndur er aftur í HB

Landsliðsmiðvallarin, sum hevur spælt við NSÍ í ár, verður aftur at síggja í reyðum og svørtum í 2022.

2021-12-17 14:56 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Tað hevur ligið í luftuni leingi, og nú er tað endaliga greitt: Tróndur Jensen skal aftur spæla fyri barndómsfelagið.

Fyriuttan eina hálvu og tíggju dystir fyri AB í 2015, hevði miðvallarin altíð spælt við HB, áðrenn hann í vetur skifti til NSÍ. Har hevur Tróndur í ár spælt 34 dystir, men nú verður taðikki neyðugt við regluligari koyring gjøgnum Eysturoyartunnilin hjá honum.

Havnar Bóltfelag hevur í stuttum videobroti, har Tróndur Jensen sæst í HB-skiftingarrúminum í reyð-svarta búnunanum, avdúkað, at landsliðsleikarin aftur fer at umboða felagið, og hann verður bjóðaður vælkomin heim. Tað er ikki kunngjørt enn, hvussu lang avtalan millum partarnar er.

Tróndur hevur samanlagt spælt beint undir 200 dystir í bestu føroysku deildini. Har hevur vunnið tvey FM, og eisini hevur nú 28-ára gamli leikarin verið við at vunnið tvær steypakappingar - har hevur hann 29 dystir, sambært Faroesoccer. Níggju evropeiskar dystir og seks A-landsdystir hjá monnum - seinast tveir í november - er tað higartil blivið til.

Hetta er fyrsti nýggi leikarin til 2022, ið HB hevur kunngjørt.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder