Landsliðsspælarin Tróndur Jensen, sum júst er byrjaður í barndómsfelagnum HB aftur eftir eitt ár við NSÍ, fekk bert ein dyst á besta liðnum hjá HB í hesum umfari.
Í ársins fyrsta landskappingardysti móti AB fór Tróndur skaddur av vøllinum, og nú vísa kanningarnar, at hann hevur slitið krossbandið í høgra knæ, skrivar HB á heimasíðu síni.
Hetta merkir, at hann má sita uttanfyri alt kappingarárið.
– Eg var so óheppin í einum nærdysti, at fóturin stóð fastur í vøllinum, tá eg skuldi venda mær. Eg merkti beinanvegin, at har var okkurt galið, hóast pínan ikki var so ógvuslig. Hetta er so óheppið, sum tað kann vera. Serliga nú eg hevði glett meg til at sleppa at spæla framman fyri HB-áskoðarunum á heimavølli, sigur Tróndur við hb.fo.
Tróndur skal fyrst undir skurð, og síðani byrjar ein long og hørð endurvenjing.
Í 2019 sleit Tróndur krossbandi í vinstra knæ, so hann veit hvat skal til fyri at koma aftur á vøllin.
- Tað verður hart og strævið, men eg gevi tí ein kjans, sigur Tróndur.
Sambært heimasíðuni hjá HB verður Tróndur nú knýttur at venjaratoyminum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald