Í 2014 kom Andrias Høgnason Eriksen til B36 eftir eina tíð í Danmark. Í ungdómsárinum spældi hann við HB, men nú er 26-ára gamli miðverjin av álvara B36'ari og er eins og í fjør liðformaður hjá liðnum.
Fríggjakvøldið spældi hann sín dyst nummar 200 fyri B36, og nú hevur Andrias skrivað undir nýggjan sáttmála. B36 upplýsir, at sáttmálin er galdandi fram til og við 2023, og hetta eru tey í felagnum ovurfegin um.
Andrias Eriksen fekk í fjør sínar fyrstu A-landsdystir.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald