Hóast belgisku hondbóltsleikararnir sóu rættiliga ræðandi út. Nakað nógv størri enn teir føroysku og við hørðum langskotum í amboðskassanum, so gjørdust teir ongantíð ein hóttan móti føroyska liðnum í kvøld.
Føroyar vunnu 41-31.
Belgia legði seg á odda í byrjanini av dystinum, men føroyska liðið fekk fatur aftur, og eftir eina javna byrjan, løgdu føroyingarnir seg á odda, og hildu eina leiðslu á fýra mál.
Støðan í hálvleikinum var 19-16.
Pauli Jacobsen vísti leiðina við nógvum góðum bjargingum í fyrra hálvleiki, og í hinum endanum vóru tað proff-spælararnir í Týsklandi, Hákun West av Teigum og Elias Ellefsen á Skipagøtu, sum rættiliga vístu síni kynstur.
Tað tyktist ikki sum um at belgisku venjararnir høvdu nakað amboð til at venda gongdini í øðrum hálvleiki. Ikki tí, fleiri av belgisku leikarunum vístu góð evni. Fingun fleiri flott langskot í kassan og áskoðararnir fingu eisini onkrar flottar fríspælingar inn á strikuna at síggja.
Føroyar hildu eina trygga leiðslu gjøgnum allan seinna hálvleik. Belgia nærkaðist ongantíð, og harvið gjørdist seinni hálvleikur ongantíð spennandi, men Føroyar koyrdu ein tryggan sigur heim.
Spælarar sum Hákun West av Teigum og Peter Krogh vórðu spardir í seinna hálvleiki, og móti endanum spældu Føroyar við allari b-ketuni inni – hetta uttan at vera hótt av belgiska liðnum.
Teir royndu ymsar snildir, eitt nú við at verja offensivt eina løtu og taka málmannin út og spæla 7 móti 6 eina aðra, men onki tyktist at rigga hjá teimum.
Í øðrum hálvleiki var tað serliga Rói Berg Hansen, sum vísti vegin við fleiri snarálopum og einum hópi av málum.
Allir føroysku spælararnir fingu spælitíð í kvøld. Eisini í málinum lat Pauli Jacobsen teir seinastu minuttirnar til Nicholas Satchwell, hóast hann als ikki hevði spælt seg av.
Ivaleyst sleppur Satchwell at byrja inni í dystinum í morgin.
Føroyar og Belgia spæla aftur í annaðkvøld. Dystarbyrjan klokkan 19.30.
Elias toppskorari
Elias Ellefsen á Skipagøtu gjørdist toppskjútti eftir serliga góða byrjan uppá seinna hálvleik.
Føroysku málini:
Elias Ellefsen á Skipagøtu 9
Rói Berg Hansen 8
Hákun West av Teigum 6
Teis Horn Rasmussen 3
Leivur Mortensen 2
Kjartan Johansen 2
Jónas Gunnarsson Djurhuus 2
Tróndur Mikkelsen 2
Allan Norðberg 2
Helgi Hildarson Hoydal 2
Ísak Vedelsbøl 1
Rói Ellefsen á Skipagøtu 1
Vilhelm Poulsen 1
Bjargingar:
Pauli Jacobsen 16/45
Nicholas Satchwell 2/4
Tekniskar villur:
Føroyar: 9
Belgia: 10
Útvísingar:
Føroyar: 2
Belgia: 2
(Myndir: Sverri Egholm)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald