2018-09-19 19:28

Haukar av Hafnarfirði við Turið Arge Samuelsen vann 27-18 í fyrsta landskappingardystinum í bestu íslendsku kvinnudeildini í hondbólti í gjár.
Turið Arge Samuelsen er byrjað í Haukum í ár og skeyt 4 mál. Mótstøðuliðið var HK úr Kópavági. HK er júst flutt upp í bestu deildina.
Við sigrinum liggur Haukar á odda í bestu kvinnudeildini við best málúrtøku.
Hóast hetta var fyrsti landskappingardysturin hjá Turið, var hetta ikki fyrsti sigurin í ár. Í farnu viku vann Haukar stórsteypadystin í íslendskum hondbólti. Turið fekk eitt mál í 22-19 sigrinum móti Fram.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald