Lutakastið til triðju rundu í stóru FA Cup steypakappingini í Onglandi var í gjár. Orsøkini til at lutakastið til triðju rundu er serliga áhugavert, er at tá eru tey fremstu liðini í Onglandi við í lutakastinum.
Lutakastið háttaði seg soleiðis, at Liverpool fekk harðastu mótstøðuna av teimum, sum vanliga verða kallaði tey “seks stóru” feløgini. Í triðju rundu skal Liverpool á vitjan hjá Premier League felagnum Wolverhampton Wanderers, sum saman við Liverpool, er einasta liðið í ár, sum hevur megnað at taka stig frá Manchester City í Premier League kappingini.
Wolverhampton móti Liverpool er ein av tveimum dystum í triðju rundu, har tvey lið í Premier League hittast. Hin dysturin verður millum Bournemouth og Brighton and Hove Albion.
Chelsea, sum vann FA Cup í fjør, taka ímóti Nottingham Forset úr næst bestu deildini. Manchester City tekur ímóti Rotherdam, meðan Manchester United tekur ímóti Reading. Bæði vitjandi liðini spæla í næst bestu deildini.
Arsenal skulu á vitjan hjá antin Blackpool úr triðju bestu deildinin ella Solihull, sum spæla í tí tey kalla “non-league”. Tottenham fara á vitjan hjá Tranmere í triðju bestu deildini ella Southport úr “non-league”.
Dystirnir verða spældir 5. og 6. Januar 2019.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald