Í gjár vórðu seks dystir leiktir í Premier League. Manchester City greiddi sína skyldu á heimavølli móti Bournemouth, vann sín sjeynda sigur á rað og og er nú fimm stig á odda. Manchester United kom afturum 2-0 móti Southampton, ið stríðist í botninum. United fekk svarað aftur tvær ferðir, men liðið hjá José Mouringo er ikki relevant í stríðnum um ovastu plássini í løtuni. West Ham og Palace vunnu týðandi sigrar í botnstríðnum.
Crystal Palace – Burnley 2-0 (1-0)
Huddersfield – Brighton 1-2 (1-1)
Leicester - Watford 2-0 (2-0)
Manchester City – Bournemouth 3-1 (1-1)
Newcastle - West Ham 0-3 (0-1)
Southampton - Manchester United 2-2 (2-2)
Í dag eru tríggir dystir á skránni:
12.00: Chelsea – Fulham
14.05: Arsenal – Tottenham
16.15: Liverpool - Everton
Talan er um sera spennandi uppgerðir á papprínum; serliga eitt sindur seinni. Tottenham og Liverpool skulu royna at fylgja við City, men hava truplar uppgávur.
Grannauppgerðir er altíð serligar, og bæði í North London Derby og í Merseyside Derby er nógv uppá spæl. Talan er so at siga altíð um inntensar uppgerðir. Tottenham hevur eina góða gongd í løtuni, men Arsenal fer at gera alt fyri at steðga henni á sínum heimavølli. Everton hevur tað søguliga trupult á Anfield, men formurin hjá Everton hevur verið góður seinastu tíðina. Liverpool skal vinna fyri halda ferðini hjá oddaliðnum.
Hjá Chelsea og Fulham er talan um topp ímóti botni; liðini hava bæði veruliga tørv á stigum. Claudio Ranieri fekk eina góða byrjan sum Fulham-venjari móti Southampton, men í løtuni er talan um eina truplari uppgávu í London-grannauppgerðini. Chelsea er á odda 1-0 í løtuni
Støðan í oddinum:
Manchester City 38 (14 dystir)
Liverpool 33 (13 dystir)
Tottenham 30 (13 dystir)
Chelsea 28 (13 dystir)
Arsenal 27 (13 dystir)
Everton 22 (13 dystir)
Fótbóltur
Tvær sera spennandi grannauppgerðir á skránni seinnapartin
Í London og í Liverpool hittast arvafíggindar. Dystirnir hava stóran týdning í oddastríðnum. Ein triðja grannauppgerð er í gongd nú.
2018-12-02 12:15
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald