Seinnapartin eru steypafinalurnar hjá monnum og kvinnum á skránni. Hóast tað er lagt upp til spennadi uppgerðir um steypini, so bendir ymiskt á, at kvinnufinalan verður meira jøvn enn mansfinalan.
Tað eru mennirnir, ið leggja út, og um hugt verður eftir stigatalvuni í Meistaradeildini, so er Mjølnir stórfavorittur. Liðið úr Klaksvík er 21 stig frammanfyri Fleyr, sum er á 2. plássi. Mjølnir hevur bert tapt fýra sett í ár; tvey av teimum vóru ímóti Fleyr.
Bert tvey stig skilja Fleyr, ÍF og SÍ í landskappingini. Í hálvfinalunum í Klaksvík fyri tveimum vikum síðani vann Fleyr 3-1 á ÍF, og Mjønir vann við somu setúrslitunum á SÍ. Fleyr skal royna at spæla upp við sterka liðið hjá Phil Freere, og tá talan er um eina finalu, kann einki útilukkast. Finalan verður eisini leikt í Havn, ið kann gerast ein lítil fyrimunir hjá Fleyr. Tað liggur tó í kortunum, at Mjølnir tekur fyrsta steypið í ár.
Les eisini: Mjølnir er stórfavorittur
Hjá kvinnum eru tað liðini, ið allarhelst eisini koma at spæla í FM-finalunum, sum hittast. Tað er bert eitt stig, ið skilur Fleyr og SÍ í landskappingini. Í november vann havnarfelagið 3-1 á heimavølli ímóti sørvingum. Men sunnudagin tók SÍ oddasessin við sera tryggum 3-0 heimasigri. Fleyr skal tí reisa seg í finaluni í dag.
Í hálvfinalunum miðskeiðis í februar vunnu bæði finaluliðini í fimm-settarum, tá hálvfinalurnar vóru. SÍ megnaði at koppa KÍF, meðan Fleyr vendi 0-2 til 3-2 ímóti Mjølni. Hetta gjørdu tær í ljósabláum eisini í steypafinaluni í fjør, har Dráttur var á odda 2-0. Tá var tað við Anju Danielsen á liðnum, men hon er ikki tøk til finaluna í dag, tá Fleyr skal royna at endurvinna steypið. Talan kann gerast um eina ógvuliga tætta finala, og sannlíkindi eru fyri, at hon kann avgerast í fimm settum.
Les meira: Stórspenningur í kvinnufinaluni
13.30: Mjølnir - Fleyr
16.00: Fleyr - SÍ
Finalurnar kunnu síggjast í Kringvarpinum.
Annað
Tvær ymiskar finalur í væntu
Fleyr er í báðum steypafinalunum í dag; hjá kvinnum eru tað ímóti hinum oddaliðnum í landskappingin, SÍ. Hjá monnum er tað havnarfelagið ímóti suverena oddaliðnum úr Klaksvík.
Mjølnir er favorittur í finaluni hjá monnum í dag (Mynd: Flogbóltssamband Føroya)
2019-03-02 11:22
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald