Annað

Steypaflogbóltur: Stórspenningur í kvinnufinaluni

Nummar eitt og tvey bresta saman.

2019-03-01 14:22 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Tað vóru tey bæði fremstu liðini í landskappingini, sum spældu seg í finaluna í steypakappingini, og í vikuni undan finaluni gjørdu sørvágskvinnur bart, tá tær leiktu júst móti Fleyr á heimavølli í landskappingini

Er lítil spenningur í finaluni hjá monnum, so er tað beint øvut við finaluni hjá kvinnum. Har hittast SÍ og Fleyr, og satt at siga, kundi tað illa verið meira spennandi enn tað sama. Serliga, um hugt verður eftir støðuni í landskappingini hjá kvinnum. Har hendi tað í vikuni, at SÍ yvirtók oddasessin, júst við einum sigri á Fleyr á heimavølli, og hóast umstøðurnar í steypafinaluni eru øðrvísi enn tær eru í trongu høllini í Sørvági, so slepst ikki uttanum, at sigurin hjá SÍ móti Fleyr var knúsandi greiður.
 
Dysturin endaði 3-0, men samanlagt fekk Fleyr bara 16, 13 og 16 stig í dystinum, og tað boðar frá stórum muni.
 
Øðrvísi dystur
Tað er tó eingin loyna, at dysturin leygardagin, finalan í steypakappingini, er ein heilt annar dystur enn dysturin í Sørvági.
 
Eitt er, at karmarnir til dystin eru grundleggjandi øðrvísi, tí har er høgt til loft og vítt til veggja á Hálsi, og tað er tað ikki akkurát í høllini í Sørvági.
 
Og so er tað eitt afturat. Tað er, at fyri Fleyr eru hesir karmarnir meira ella minni tað sama sum heimavøllur. Eisini hóast tað eru fleiri áskoðarar enn tað vanliga eru til slíkar dystir hjá Fleyr. Og eisini hóast gólvið er eitt annað enn tað, sum tær vanliga spæla á.
 
Hinvegin, so hevur SÍ eisini leikarar, sum fleiri ferðir hava spælt í steypafinalum, sum júst hava verið spældar í høllini á Hálsi, og tað er ein fyrimunur fyri teir leikararnar. Tí er ikki vist, at akkurát heimavøllurin í hesum føri hjálpir Fleyr so nógv.

Hava mist
Hyggja vit at, hvussu gongdin í kappingini hevur verið í ár, so byrjaði alt við, at Fleyr legði seg á odda. Liðið hevur verið tað sterkasta í kappingini í ár, og hevur ligið á odda alt kappingarárið.
 
Móti endanum hendi tó tað, at ein av berandi kreftunum á liðnum, Anja Danielsen, fekk skaða, og hon er tí heldur ikki tøk til finaluna. Men spurningurin er, hvussu stóran mun tað ger.
 
Skaðin var longu hendur, tá hálvfinalurnar vórðu leiktar fyri nøkrum vikum síðan, og ta ferðina kláraði liðið seg uttan hana.
 
Tá tóku aðrir leikarar ábyrgd, og tað er tað sum skal til hesaferð, um Fleyr ætlar sær at vinna hesa steypafinaluna eisini, júst sum tær gjørdu í fjør.
 
Vóna at fáa ein spennandi dyst
Ein finala er í mangar mátar ein serligur dystur.

Eftir eina innleiðandi kapping, har liðini hava spælt úti og heima, skulu tey, fyrst í einari hálvfinalu og síðan í einari finalu avgerða alt í einum dysti. Karmarnir eru, sum nevnt, heilt øðrvísi, og tað er fokusið frá áskoðarunum eisini. Áskoðarafjøldin er ofta stór, serliga, tá bygdaliðini eru umboðað í finalunum. Tí er trýstið øðrvísi enn tað er í vanligum flogbóltsdystum. Í fjør fingu vit eina øgiliga spennandi finalu, tá Fleyr, aftaná at hava verið aftanfyri við tveimum settum, vendi øllum.

Kanska - og vónandi - verður tað ein slíkur dystur, sum vit fáa í ár. Hvør vinnur, mugu liðini bara finna útav

- Flogbóltssamband Føroya

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder