2022-04-06 13:15
Tveir nevaleikarar hjá Tórshavn Boksing sleppa at royna seg, tá boksifelagið í norðursælendska býnum Frederikssund um vikuskiftið skipar fyri sælandsmeistarakapping fyri byrjarar.
Talan er um teirbáðar, Dáva Kunoy og Teit Annand, sum hava miðsavnað sína venjing upp til hesa meistarakappingina.
Venjari teirra, Martin Meng, dylir ikki fyri, at málið við ferðini er at fáa heiðursmerki við heim.
Boksistevnan í Frederikssund byrjar við viging fríggjadagin kl. 16.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald