Betri-kvinnurnar hjá B36 hava styrkt seg við tveimum brasilskum leikarum, nú undan fyrsta dystinum, sum verður móti føroyameistarunum úr KÍ í kvøld.
B36 skrivar á Facebook-vanganum, at tær báðar Jiselle Lacerda og Livyan Borges eru heintaðar til tess at styrkja um liðið.
Jiselle er miðverji og Livyan framrættaður miðvallaspælari.
- Vit í B36 eru errin av, at tær spæla í B36 búnanum í ár. Talan er ikki bert um tveir dugnaligar leikarar, men eisini um tvær fantastiskar kvinnur, skrivaði B36 á Facebook-vanganum í gjár.
Livyan og Jiselle fara saman við Betri hópinum undir fyrsta landskappingardyst í kvøld. Hann er í móti KÍ í Klaksvik kl 19.30. Dysturin verður vístur á R1 hjá Televarpinum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald