Í dag fer næstbesta deildin hjá monnum í gongd. Umframt 07 Vestur og B68 kann B71 flyta upp. Í fjør endaði liðið á Sandi nummar 8 sum uppflytari.
B71 kunngjørdi í gjár tilgongd av tveimum nýggjum leikarum. Talan er um danska miðvallaran Maad Ali Aziz og íslendska áleyparan Brynjar Óli Bjarnason.
25-ára gamli Maad hevur leikt við feløgum á Fjóni, har hann ímillum annað hevur umboðað OB. Brynjar er komin úr íslendska Breiðablik. Leikararnir hava verið til royndarvenjing Inni í Dali, og pappírini hjá teimum komu uppá pláss í gjár. Báðir hava gjørt eitt-ára sáttmála við B71.
(Maad Al Aziz saman við formanninum hjá B71, Karl Vidtfeld - Mynd: B71)
Sandoyingar byrja kappingarárið við heimadysti móti Skála. Hann verður bríkslaður í gongd klokkan 15.00 í dag.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald