Tveir av teimum seinastu dystunum í umfarinum millum jól og nýggjár í Premier League - 20. umfari - verða leiktir í kvøld.
Oddaliðið vitjar í London hjá uppflytaranum Brentford. Har eru Guardiola og hansara menn, ið hava vunnið níggju dystir á rað í Premier League, eru risafavorittar og kunnu skapa størri frástøðu til Liverpool, ið tapti í Leicester í gjár.
Chelsea skal royna at hanga í. Í løtuni eru liðið, eins og Liverpool, seks stig aftanfyri Manchester City. Liðið hjá Tuchel kom aftur á sigruskós móti Aston Villa 2. jóladag og tekur í kvøld ímóti Brighton, ið vann á júst Brentford 26. desember. Chelsea hevur skinklað í seinastuni, í mun til gongdina móti endnaum í fjør og tíðliga í hesum kappingarárinum.
Premier League 20. umfar
Í dag - mikudagin 29.12
19.30: Chelsea - Brighton
20.15: Brentford - Manchester City
Í gjár - týsdagin 28.12
Leicester - Liverpool 1-0 (0-0)
Crystal Palace - Norwich 3-0 (3-0)
Southampton - Tottenham 1-1 (1-1)
Watford - West Ham 1-4 (1-2)
Útsettir orsakað av koronu:
Arsenal - Wolves
Leeds - Aston Villa
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald