Fótbóltur

Liverpool fekk einki við úr Leicester

Einki fór framvið Kasper Schmeichel, ið millum annað bjargaði brotssparki frá Salah. Lookman skoraði, og hóast stóra leikliga yvirvág noyddist Klopp at sanna, at lið hansara misti týðandi fet í oddastríðnum.

Kasper Schmeichel, her á Tórsvølli í september, stóð heilt væl móti Liverpool í gjár (Mynd: Jens Kr. Vang)

Kasper Schmeichel, her á Tórsvølli í september, stóð heilt væl móti Liverpool í gjár (Mynd: Jens Kr. Vang)

2021-12-29 08:27 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Fótbóltur er ikki skrúðaður saman á tann hátt, at hann altíð fylgir einum føstum leikriti ella tí, sum tey flestu høvdu vænta áðrenn ein dyst ella eina kapping. 

2. jóladag tapti Leicester heili 6-3 fyri Manchester City og hevði undan dystinum móti Liverpool í gjár bert hildið málið reint tvær ferðir í kappingarárinum. Føstu miðverjarnir vóru millum teir leikararnir, ið manglaðu hjá Rodgers, og dysturin í gjárkvøldið byrjaði bert 51 tímar eftir, at harði dysturin í Manchester var liðugur.

Liðið, sum var á 11. plássi undan dystinum, tók ímóti liðnum á 2. plássi, sum hevði skorað 50 mál, ið er met nógv uppá 18 teir fyrstu dystirnar. Og fram til uppgerðina í gjár hevði liðið hjá Klopp skorað í øllum dystunum og var ósigrað í tíggju teimum seinastu. Sterku Virgil Van Dijk og Fabinho vóru eisini aftur á liðnum eftir koronufráveru.

Leicester vísti tó 22. desember, at liðið kann bjóða Liverpool av - tó var hetta í Carabao Cup við einum lutfalsliga sterkari liðið enn Liverpool frá byrjan, og har Leicester misti 3-1 leiðslu og fór út eftir brotsspørk.

Hesaferð varð ikki talan um málveitsla, og hesaferð var Kasper Schmeichel stinnur, tá skotið varð úr ellivu metrum. Tá eitt varð leikt varð Mohammed Salah feldur í brotsteignum, egyptin tók sjálvur, men danin bjargaði væl, og Salah stútaði returbóltin á yvirleggjaran.

[object Object]
Salah og hinir í reyðum irðaðu seg í gjárkvøldið (Mynd: EPA)

[object Object]
Teir í bláum og hvítum kundu fegnast um óvæntaðan sigur

Liverpool hevði fleiri aðrar góðar møguleikar og støður í fyrra hálvleiki og í dystinum, men Schmeichel hevði fleiri góðar bjargingar, og hóast yvirvág tyktist liðið hjá Klopp - sum ikki spældi 2. jóladag - ikki heilt hvast.

Hvassur var 24-ára gamli Adeola Lookman, tá hann setti ferð á bjóðaði av, spældi saman við Kiernan Dewsbury-Hall og skeyt komin inn í brotsteigin. Málið hjá fyrrverandi Everton-leikaranum gjørdist tað einasta í dystinum, og harvið var talan um trý flott og virðismikil stig hjá Brendan Rodgers, sum í yvir trý ár stóð á odda fyri Liverpool.

Leicester er nú á níggjunda plássi - Liverpool hevur framvegis seks stig upp til oddaliðið Manchester City, og tískil var úrslitið í gjár ein stórur smeitur hjá Klopp og hansara monnum - týski venjarin segði eftir dystin, at við slíkum spæli og avrikið, so kemur meistaraheitið ikki uppá tal. 2. januar vitjar Chelsea á Anfield.

Premier League 20. umfar
Í gjár - týsdagin 28.12

Leicester - Liverpool 1-0 (0-0)
Crystal Palace - Norwich 3-0 (3-0)
Southampton - Tottenham 1-1 (1-1)
Watford - West Ham 1-4 (1-2)

Útsettir orsakað av koronu:
Arsenal - Wolves
Leeds - Aston Villa

Í dag - mikudagin 29.12
19.30: Chelsea - Brighton
20.15: Brentford - Manchester City

Hósdagin 30.12
20.15: Manchester United - Burnley

Útsettir orsakað av koronu:
Everton - Newcastle

Sí støðuna her


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder