Fótbóltur

Týðandi dystir í Premier League í kvøld

Spenningur er framvegis um evropeisku plássini og í stríðnum um at sleppa undan niðurflyting.

(Savnsmynd: EPA)

(Savnsmynd: EPA)

2020-07-16 12:46 Author image
Niels Pauli Danielsen
placeholder

Fýra dystir eru á skránni í Premier League í kvøld, har fleiri lið hava sera týðandi dystir.

Chelsea, Leceister og Manchester United stríðast um tey bæði síðstu plássi, ið geva atgongd til Champions League. Chelsea vann týskvøldið 1-0 á Norwich, og hevur tí lagt trýst á Leicester og Manchester United, sum spæla í kvøld.

Leicester, sum í løtuni liggur á fjórða plássi, tekur á heimavølli ímóti Sheffield United, ið stríðist fyri at vinna eitt av Europa League plássinum. Á Selhurst Park tekur Crystal Palace ímóti Manchester United. Crystal Palace hevur tryggjað sær enn eitt ár í Premier League, og hevur sostatt ikki annað enn æru at spæla fyri, meðan Manchester United eltir Chelsea og Leicester, sum í løtuni liggja á ávikavist triðja og fjórða plássið, ið geva atgongd til Champions League.

Á Goodison Park tekur Everton ímóti Aston Villa. Everton hevur ikki annað ein æru at spæla fyri, meðan Aston Villa hevur stóran tørv á trimum stigum, um teir skulu vera verandi í Premier League.

Seinasti dystur í kvøld er ímillum Southampton og Brighton. Southampton hevur tryggjað sær enn eitt ár í Premier League, meðan Brighton framvegis kann rykkja niður, men so skulu úrslitini passa teimum illa.  

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder