Fótbóltur

Týdningarmikil oddadystur í Gundadali seinnapartin

Talan er um tvey formsterk lið, sum bæði elta KÍ, ið hittast.

B36 og NSÍ hava samanlagt vunnið 14 dystir seinastu átta umførini - nú hittast nummar tvey og nummar trý (Mynd: Jens Kr. Vang)

B36 og NSÍ hava samanlagt vunnið 14 dystir seinastu átta umførini - nú hittast nummar tvey og nummar trý (Mynd: Jens Kr. Vang)

2019-06-22 12:03 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í næstu viku skal NSÍ út at spæla í Evropa, og í juli skal B36 eisini royna seg. Bæði liðini skulu spæla í Europa League, og bæði skulu spæla ímóti liðum úr Norðurírlandi. Áðrenn hetta hittast liðini til stórdyst í Betrideildini; tann fyrsta dystin í 14. umfari.

Talan er um fyrsta innanhýsis topp-fimm dystin í næstan ein mánað. Talan er um tvey lið, ið hava víst høgt støði seinastu tíðina; serliga NSÍ. Runavíkingar hava vunnið heili átta dystir á rað - fleiri av teimum púra sannførandi. Klæmint Olsen hevur verið í hopla: Rituvíkingurin hevur skorað seks dystir á rað, har hann hevur skorað heil 14 mál. Liðið tykist at vera sera væl fyri og hanga væl saman. Hesar dystirnar hevur NSÍ tó bert spælt ein dyst ímóti topp-fimm liði. Hetta var ímóti júst B36 30. apríl við Løkin. Tá legði fyrrverandi NSÍ-leikarin, Árni Frederiksberg, útiliðið á odda í 1. hálvleiki, men í 2. hálvleiki svaraði NSÍ aftur og vann 2-1.

[object Object]
(Klæmint Andrasson Olsen - her í dysti í Gundadali fyrr í ár. Hann er toppskjútti í Betrideildini við heili 16 málum - Mynd: Jens Kr. Vang)

Eftir tapið í Runavík í 7. umfari hevur B36 bert vunnið. Teir seks dystirnir hava millum annað innihildið tveir 1-0 sigrar á TB og onga topp-fimm uppgerð. Liðið hjá Jákup á Borg hevur í ár víst evni til at vinna tættar dystir. B36 hevur bert skorað 22 mál í 13 dystum - hetta er væl færri enn hjá liðunum rundanum seg, og hvat B36 vanliga hevur hetta tíðspunkti á árinum. Tað er tó eingin ivi um, at nógv góðska er á liðnum, ið saman við NSÍ av álvara bjóðar av um oddasessin.

Tá liðini renna inn á vøllin í Gundadali í dag, vita tey, at nógv stendur uppá spæl. Um ein vinnari verður funnin yvirhálar hann fyribils KÍ, ið spælir í Trongisvági í kvøld, men hann sendur eisini eitt signal til liðini rundanum seg. Ein sigursrøð, ella báðar, koma at enda í dag. Tað er ilt at peika á ein favoritt í dag - tað verður helst sera tætt. 

Fyrsta bríksl er klokkan 15.00. Alex Troleis dømir dystin. Vit dagføra beinleiðis frá dystinum. Hann kann síggjast við Stórapakka+ hjá Telavarpinum ella keypast fyri 39 krónur.   

Betrideildin - 14 umfar
15.00: B36 - NSÍ

18.30: TB - KÍ

23/6 (í morgin):
AB - Víkingur 
EB/Streymur - ÍF
Skála - HB

Støðan í Betrideildini: 
1. KÍ (32 stig) 
2. NSÍ (31 stig)
3. B36 (30 stig)
4. Víkingur (29 stig)
5. HB (24 stig) 
6. Skála (15 stig) 
7. TB (12 stig) 
8. EB/Streymur (7 stig)
9. AB (4 stig)
10. ÍF (4 stig) 




placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder