Annað

Týska liðið skal reisa seg í kvøld

Svøríki skal í kvøld dystast við Týskland, Meksiko kann byggja á framúr byrjanina, og ein dystur í bólki H er á skránni.

Andreas Granqvist og Svøríki skulu royna at gera lívið trupult fyri Týskland í kvøld
(Mynd: EPA)

Andreas Granqvist og Svøríki skulu royna at gera lívið trupult fyri Týskland í kvøld (Mynd: EPA)

2018-06-23 12:25 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Meira enn ein vika av HM-fótbólti er farin afturum. Risastóra tiltakið í Russlandi er uppá nógvar mátar eyndast væl. Í dag eru aftur tríggir dystir, sum hyggjarar kunnnu síggja fram til. Tað er serliga dysturin í Sochi í kvøld, ið er áhugverdur.

Í Týsklandi hevur kritikkurin veri harður síðani 1-0 ósigurin fyri Meksiko sunnudagin. Tá sá óskipað út; uttan íblástur og nakra ætlan. Ógvuliga ólíkt einum týskum landsliðið. Svøríki fekk tey trý neyðugu stigini ímóti Suður Korea, og skandinaviska liðið kann seta seg í eina sera góða støðu, um stig koma til høldar í kvøld. Tað er tó Týskalnd, ið er greiður favorittur. Týska liðið skal vinna, og tað verður væntað at liðið hjá Joachim Low vísur klassan.

Meksiko sá sera lívligt og flótandi út ímóti Týsklandi. Vandamikið hvørjaferð liðið fekk ein møguleika til umstilling. Fótbótsvilla landið er nú í leiklutinum sum favorittur, og kann við einum sigri á Suður Korea hava eitt sera gott útgangspunkt undan seinasta umfarinum. Tað kann blíva ein ógvuliga spennandi bólkur F.

Fyrsti dysturin í dag byrjar um áleið ein tíma í Moskva. Belgia er stórfavorittur ímóti Tunesia. Tað var ein góður 2.hálvleikur, sum tryggjaði sterka liðinum ein 3-0 sigur. á Panama í fyrsta dystinum. Tunesia misti á stokkinum ímóti Ongladni, og teirra leikutir í Russlandi kann verða næstan útspældur um áleið tveir tímar. 


13.00: Belgia - Tunesia ( KVF - DR 1)
16.00: Suður Korea - Meksiko (TV 2) KVF: Heimasíða og forskotið í sjónvarpinum í kvøld
19.00: Týskland - Svøríki ( KVF - TV 2)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder