Fótbóltur

Týskland stendur ímillum Føroyar og eitt HM-endaspæl

Tað verður ein stórur biti at svølgja í apríl, men føroyska manslandsliðið hevur eftir avgerðina hjá EHF mánadagin tvær finalur fyri framman í undankappingini.

Føroyar koppaðu Italia og Lettlandi í fyrsta partinum av HM-undankappingini í januar (Mynd: Sverri Egholm)

Føroyar koppaðu Italia og Lettlandi í fyrsta partinum av HM-undankappingini í januar (Mynd: Sverri Egholm)

2022-03-02 08:53 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Støðan í Eysturevropa hevur ávirkan á nógv í løtuni, og innan ítróttin er tað millum annað eyðsæð við at russisk lið og russiskir leikarar verða útihýstir úr ymsum kappingum.

Mánadagin tók evropeiska hondbóltssamgongan avgerð um at fyribils útihýsa Russlandi og Hvítarusslandi úr altjóða kappingum. Hetta orsakað av russisku innrásini í Ukraina, sum eisini er stuðlað av Hvítarusslandi.

Hetta skrivaði heimasíðan hjá Hondbóltssamband Føroya mánaakvøldið, og vísti síðani á hvussu hetta broytir skránna hjá føroyska manslandsliðnum: 

- Hetta merkir, at HM play-off-dystirnir hjá A-landsliðnum hjá monnum móti Hvítarusslandi ikki verða leiktir 16. og 20. mars. Føroyar kemur við hesum beinleiðis til seinasta play-off umfarið, har Føroyar skal møta Týsklandi í páskavikuni á útivølli mikudagin 13. apríl og á heimavøll leygardagin 16. apríl.

Føroyar standa harvið til at koma víðari uttan dyst í 2. umfari. Lutakastið í síðsta mánaði umfataði eisini 3. og seinasta umfari í HM-undankappingini fyri Føroyar, og har kom Týskland úr pottinum. Tríggjar ferðir hevur týska manslandsliðið vunnið HM, tvær ferðir EM - seinast í 2016 - og Bundesligan er tann sterkasta deildin í heiminum.

Harvið er tað ein ógvuliga stór uppgáva, ið bíðar liðnum hjá Peter Bredsdorff-Larsen miðskeiðis í apríl. Seinastu endaspølini - fyriuttan HM á heimavølli í 2019 - hava týskararnir ikki kappast um heiðursmerkini, og liðið er ikki eins sterkt sum mangan áður, men tað er eingin ivi um, at tað skulu tvey stór avrik til hjá Føroyum fyri at bjóða nøkulunda av.

Talan verður um spennandi avbjóðing, ið - um ikki annað - verður ein góður lærdómur og stór uppliving. Um tað heilt óvæntaða hendur, so kemur eitt HM-pláss í hús.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder