Føroyska U17 landsliðið hjá gentum tapti 3-0 ímóti Danmark í altjóða Norðurevropisku kappingini í flogbólti – NEVZA - sum í hesum døgum er í Ikast í Danmark.
Eftir at hava vunnið á Íslandi í morgun 3-1, megnaði liðið ikki at vinna á Danmark, sum var betra liðið í dystinum í dag.
Næsta avbjóðingin verður tí dysturin um 3. plássið, sum verður í morgin ímóti Noreg. Hesin dysturin byrjar klokkan 10..00.
Noreg tapti í dag greitt ímóti Finnlandi 3-0.
Dysturin kann síggjast beinleiðis á http://www.volleytv.dk/live.
Finalan í kappingini verður ímillum Finnland og Danmark.
Leikararnir á U 17 gentulandsliðnum eru:
KÍF:
Zoe Elisabeth Dickson
Fleyr:
Vár Rajani Færø
Barbara Káradóttir Durhuus
Bjarta Jákupsdóttir
SÍ:
Inga Helena Henriksen
Janna Falkvard
Malan Maria í Haraldstovu Weihe
TB:
Johanna Christiansdóttir
Úr Danmark:
Hanna Iansdóttir Biskopstø (fyrr Fleyr)
Sára Rannváardóttir Vatnhamar (fyrr Fleyr)
Eva Gunn Niclasen (fyrr SÍ)
Jakobina Joensen (fyrr KÍF)
Venjarar eru Romica Øster og Jákup William Sivertsen.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald