Fótbóltur

U15 dreingirnir vunnu á Liktinstein

Dreingirnir spældu fyrsta av tveimum vinadystum móti Liktinstein.

Føroyska U15-liðið, ið byrjaði á vøllinum móti Liktinstein - Mynd: Niclas Davidsen / www.fsf.fo

Føroyska U15-liðið, ið byrjaði á vøllinum móti Liktinstein - Mynd: Niclas Davidsen / www.fsf.fo

2018-10-18 17:31 Author image
Ari av Rana
placeholder

Føroyska U15 fótbóltslandsliðið hjá dreingjum spældu í dag vinadyst móti Liktinstein í Ruggell í Liktinstein.

Hetta var fyrri av tveimum dystum, sum dreingirnir spæla móti Liktinstein á ferðini, og hetta gjørdist ein góð byrjan.

FSF skrivar, at dreingirnir vunnu fyrra dystin 4-3. Heini Sørensen skoraði tvey mál, meðan Hjarnar Johansen og Sigurð Rasmussen gjørdu hvør sítt.

Seinni dysturin millum londini verður spældur leygardagin kl. 13.

[object Object]

(Føroysku málskjúttarnir, Hjarnar Johansen, Heini Sørensen og Sigruð Rasmussen, í 4-3 sigrinum á Liktinstein - Mynd: Hanus Eliasen / www.fsf.fo)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder